Ídnaður
-Tað er altíð gott at vera undir taki, tá man arbeiðir í Føroyum, er viðmerkingin frá stjóranum á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, til útbyggingina, sum nú er í gongd.
Hann sigur, at talan er um eina víðkan, sum hevur verið ætlað eina tíð, men bara verður gjørd nú, tí tað nú liggur fyri.
Ætlandi verður hesin parturin brúktur bæði til goymslu og framleiðsluhøll, sigur Poul Mohr.
Tá hendan uppíbyggingin er liðug, eru 2.800 fermetrar undir taki á Skipasmiðjuni, umframt eina stóra høll upp á 5.000 fermetrar inni á Sandvíkarhjalla, sigur Poul Mohr.
Tað vaksandi virksemið á Skipasmiðjuni skundar undir, sigur Poul. Og hann dylur heldur ikki fyri, at hann ætlar ikki at gevast við at blanda seg uppí, fyri tí um ein komandi oljuútgerðahavn verður løgd í Runavík.
Tórshavnar Skipasmiðja fer altíð at vera við í kappingini, sigur hann, og leggur dent á, at teir nokk skulu sleppa upp í part hjá teimum veitingarfeløgum, sum skulu hava okkurt gjørt í Føroyum, tá farið verður undir at leita í summar.