Løgreglan kannar eldsbruna

ELDUR: Klokkan 03:29 mikumorgunin fekk Brandstøðin í Havn boð um, at eldur var í einum sethúsum á Ternuryggi. Politiið veit enn ikki, hvør orsøkin var til eldin

 


Eldur kom í eini sethús Við Sundsvegin á Ternuryggi mikumorgunin. Sløkkiliðið í Havn fekk boð um eldin klokkan 03:29 og longu klokkan 03:34 var liðið á staðnum.

Alt er brunnið innan úr húsunum.

Av Brandstøðini verður sagt, at einki var at gera, tí húsini stóðu í ljósum loga, tá sløkkiliðið kom á staðið. Tilfarið inni í húsunum var fyri stóran part tær millum sløkkiliðsfólk so kendu bleytu pláturnar, ið geva nógv gass og sum brenna skjótt. Sløkkiliðið slapp ikki innar í húsini, men mátti bert royna at dempa eldin og sløkkja uttanífrá.

Sløkkiliðið helt fram við arbeiðinum, til umleið klokkan 8 á morgni. Seinni vóru sløkkiliðsfólk aftur ein túr á staðnum fyri at tryggja, at støðan var, sum hon skuldi.


Politiið kannar málið

Løgreglan veit ikki enn, hvør orsøkin var til eldsbrunan á Ternuryggi, frættist av Politistøðini í Havn.

Løgreglan er farin undir avhoyringar og kanningar.

Eingin búði í húsunum, nú tey at kalla brunnu í grund, men arbeitt varð við at seta tey í stand, eftir at nýggir eigarar hava yvirtikið húsini fyri stuttum.