Ein nýggj byrjan

?Føroyingar eiga alla avgerð sjálvir um, hvussu tað verður við loysingini, men nú fara vit at tosa um, hvussu vit kunnu moderniserað ríkisfelagsskapin

Vitjan
Tað var ein fegin Anders Fogh Rasmussen, sum kom til høvuðsstaðin fyrrapartin mánamorgunin.
-Eg havi tær bestu vónir, at vit fáa góðar samrøður um Føroyar og framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, segði Anders Fogh Rasmussen á Boðanesi, tá ið hann júst var lendur við tyrlu úr Vágum.
Løgmaður var komin fyri at taka ímóti, og tað var eisini ein stórsmílandi og fryntligur danskur forsætisráðharri, sum møtti Løgmanni og hinum, sum vóru komin at fylgja við, tá ovasti danski politikarin kom til føroyska høvuðsstaðnum.
?Eg vóni, at hetta verður ein nýggj byrjan. Eg haldi tónin hevur verið nakað harður, men hetta kann vónani gerast betri. Eg møti upp við tí tanka, at tað verður føroyska fólkið, sum taka avgerðirnar viðvíkjandi framtíðarstøðuni hjá føroyingum í ríkisfelagsskapinum, segði Anders Fogh.
Hann vildi ikki siga nakað konkret um, hvat tað verður tosað um við Løgmanni og hvørji mál teir fara at taka upp.
Hann segði, at túrurin hevði verið nakað turbolentur, men hann kom til Føroya, og tað var hann glaður fyri.
?Eg vóni ikki, at lendingin verður eyðkenni við samráðingunum millum Føroyar og Danmark.