fáa hetta í lag. Kamaradvokaturin er advokatskrivstova, sum hevur øll rættarmál hjá statinum um hendi. Hon sendir síðani pørtunum í málinum, sum kunnu væntast at gera seg galdandi, eitt nú Den danske Bank [...] føroyingum góðtaka at fyrningarfreistin verður longd, so er alt í lagi. Føroyingar kunnu eisini stevna, men tá vit ikki vita, um hetta verður ein rættarsak, er tað ikki skilagott, heldur Annfinnur V. Hansen [...] aftursvar - Heldur tú at vit fáa samráðingarloysn nú? - Tað er sera óheppið at føroyska útspælið ikki var komið stjórnini í hendi, áðrenn valstríðið byrjaði í Danmark, men føroyingar mugu sum skjótast senda útspælið
sjálvsagt eisini bankamálið, ið hevur givið rúgvu av umrøðu í bæði bløðum og loftmiðlum. ? Og vit kunnu framhaldandi vera vís í, at donsku fjølmiðlarnir fara at fylgja væl við gongdini í Føroyum ? eisini í sambandi [...] Hetta verður eisini ein roynd fyri føroyskar politikarar, sigur Jóannes Hansen. Og hann leggur aftrat: ? í bankamálinum hava vit sæð, at føroyskir politikarar hava roynt at staðið saman sum ein maður. Upp [...] Jóannes Eidesgaard, sum løgmansevni og Fólkaflokkurin hevur nú gjørt vart við, at Anfinn Kallsberg er teirra løgmansevni. ? Fyri Edmund Joensen, løgmann, kann fólkatingsvalið eisini skiljast sum ein beinleiðis
at tá val er í hondum økist talið av uppskotum, sum verða løgd fyri tingið ? eisini persónlig uppskot frá tinglimum, sum annars eru í samgongu. ? Tað, sum so eftir øllum umstøðum fer at henda er, at rúgvan [...] størri, um løgmaður bíðar inntil juli. So á ein hátt er hetta sum eitt val ímillum pest og kolera hjá løgmanni, sigur Jóannes Hansen. Lógaruppskot sum valagn Samfelagsfrøðingurin hevur tó ilt við at ímyndað [...] landsstýrismenn lættari við at markera seg, enn onnur valevni. Fíggjarlógin 1999 eisini rakt Jóannes Hansen heldur eisini, at tað talar fyri einum løgtingsvali í mai mánað ? ella áðrenn ?, at summarið er
hesin Brendan verður líka seigur í tí sum tann báturin var sum hann á fyrsta sinni kom til Føroya í í 1976. Alt tað frætta vit uttan iva nærri um tá tann tíð kemur. Vit takka Tim Severin fyri prátið og ynskja [...] sigur Tim Severin ? Tróndur er eitt ótrúliga gott fólk, og sera dugnaligur. Ikki bara sum listamaður, men eisini sum sjómaður. Harafturat dugir hann ógvuliga væl at fara við fólki. Tim Severin hevur altíð [...] at døma ikki so løtt at útvegað fígging til sum hinar. ? Allar ferðirnar hava verið ymiskar at útvegað fígging til. Taka vit túrin til Arabien, so vóru vit í einum landið, har tey vóru sera fegin av teirra
frá SDS. Heimabankaskipanin byggir á somu trygdarskipan sum Elektron, og hon er sera effektiv. Sum nevnt er beinagrindin donsk, men skipanin, sum kundarnir hjá peningastovnunum fáa, er føroysk. Allur tekstur [...] Ein annar møguleiki sum Niels Christian Nosløe nevndi, eru hópflytingarnar. Hvussu hesin parturin kemur at virka, er sjálvsagt ikki vist enn, men hyggja vit eftir teimum skipanum sum eitt nú eru í Danmark [...] nógvan pening til at útvikla forritið til Mac-maskinur. Tað eru ikki so nógv sum brúka Macintosh sum heimateldu, og virkini eru fá sum brúka Macintosh EDV-útgerð til umsitingina. Tekisku krøvini til teldurnar
ikki hetta innibyrgda, kleimna, sum vanliga er yvir okkum. Teir søgdu nógv av tí, sum fólk í Føroyum hevur innanfyri, men sum vit eru ov rødd ella ov erbar at siga, sum vit bert teska í krókunum. Teir himpraðust [...] Bjarni Berg, sum bjóðar, og hann nýtir høvi at greiða frá síni politisku filosofi: »Vit handilsmenn taka tað heilt øðrvísi. Vit taka menniskjuni og hendingarnar, sum tónaskaldið tónarnar, vit samskipa alt [...] ráðandi søgugongdin er um Íhaldsflokkinum, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkinum, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn
tíð, fóru vit at hugsa um at fara víðari, og síðan vit skuldu verða á Bali 29. desember hildu vit, at tað fór at verða ov lítil tíð at taka alt Indonesia, sum vit upprunaliga høvdu ætlað. Vit høvdu ikki [...] serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu úr bussinum, hoyrdu vit nøkur illfýsin buldur úr erva, og løtu seinni oysti tað niður. Vit stóðu á eini gøtu, vistu ikki, hvar og vistu ikki hvagar vit skuldu ganga. Aftaná [...] útisetanum Jústines Eidesgaard. Vit høvdu eisini hoyrt um hann, og høvdu sum einasta mál á skránni at finna kirkjuna, har hann og konan Poula starvast. Fyri einaferð skuld høvdu vit eydnuna við okkum, og tey
listin framhaldandi mennast í hesum lítla, men tó so listríka landi. Myndlist og frumframførslur Ikki er óvanligt aðrastaðni, at tónleikur er at hoyra, tá listaframsýningar lata upp. Eisini her hjá okkum er [...] tvinna saman myndlist og tónlist, og Listaskálin hevur roynst sera góður karmur í hesum sambandi. Eisini hevur áhugin fyir hesum tiltakum verið alt vaksandi, og ikki sjáldan hevur salurin verið fullsettur [...] við nýggjum ella nýliga skrivaðum føroyskum tónleiki - og talan verður bert um føroyskan tónleik. Tá vit hugsa um, at fyri bert 25 árum síðan var føroyskur »instrumentaltónleikur« eitt nærum ókent fyribrigdi
broytingarnar, sum løgtingið nú við 3. viðgerð fer at samtykkja í uppskotnu kolvetnislóggávuni. Men tær eru rættiliga avgerandi brot við tað arbeiðslag, sum higartil hevur verið, og tær geva teimum, sum alla tíðina [...] ber á sama borð. Tað tykist, sum um løgtingið vil taka eina møguliga oljuvinnu sum gíðsli og fyrireikar, hvat slag av loysigjaldi, tað skal fara at krevja. Men tað, sum kanska verri er, er, at løgtingið [...] tann skuld nakrari vinnu. Annað er, at vinnan dugir hetta so nógv betur sjálv. Vit kunnu sum dømi taka Wood Group í Aberdeen, sum fór inn í oljuvinnuna, tá fiskileiðirnar vórðu skerdar. Í dag hevur fyritøkan
okkurin, sum hevur stillað upp til øll fólkatingsvalini síðani vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948, stillar sjálvandi upp til hetta fólkatingsvalið eisini. Men í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu [...] umboð. Eftir stendur javnaðarflokkurin, sum í ríkisrættarliga høpinum er at meta sum ein miðflokkur. Vit vilja hava broyting í ríkisrættarligu støðuni. Men vit vilja ikki hava loysing. Tann dag ein meiriluti [...] hvat meirilutin av teimum, sum nú liva, heldur um ríkisrættar-ligu støðuna. Skulu vit framvegis binda føroyingar til tað, sum ein møguligur meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti