henni kunnugt, var tað avlopið av rakstrinum av Høvdahaga, sum gjørdist fyrsta íkastið til fiskavirkið í bygdini, og seinni komu so bæði arbeiðsmannafelagið í bygdini og kommunan upp í. - Tað var tí fólkið [...] iðslan í Skopun, og virkið læt aftur í eina tíð. Annars hevur tað verið opið øll árini síðan byrjan. Hon heldur, at tað var ógvuliga gott fyri bygdina, at Sandoy Seafood, sum tíðin leið, tók um endan og [...] væl á virkinum, og tað geri eg framvegis. Eg vaski einar 2-3 tímar um dagin og gjarna eitt sindur longri fríggjakvøld, tá ið arbeiðsvikan á virkinum er liðug. Ein teirra, sum var til arbeiðis á fiskavirkinum
fýrverkinum, ið verður skotið. Mær dámar ikki fýrverk, so tað lati eg onnur um. Gleði meg til ein friðarligan nýggjársaftan saman við míni betru helvt. Tað sigur Sigrid Vang á Oyrarbakka. Maðurin er Schandorff [...] og vit sluppu aftur at liva undir normalum umstøðum. Hvat var tað keðiligasta í 2022? - Tað at Russland leyp á Ukraina er heilt vist tað keðiligasta, sum hent er í árinum, sum fer. Tankin um, at slíkt [...] hjá tær í 2022? - Tað er altíð ringt at raðfesta hendingar gjøgnum eitt heilt ár, men at fáa at vita, at eg í 2023 enn einaferð sleppi at blíva omma, um Gud vil, er stórt. Eisini var tað fantastiskt, at
Í ár eru liðin 40 ár síðani fyrsta liðið, ið Havnar Svimjifelag sendi til Danmarkar at luttaka í svimjikappingum, fór avstað. Hetta var um Ólavssøkumundið 1964 og vóru 15 svimjarar við í hópinum í aldrunum [...] Keypmannahavn. Svimjararnir kláraðu seg væl og vunnu teir tær flestu kappingarnar. Ferðin kom í lag, við tað at danska svimjifelagið "Neptun" úr Øster Hurup hevði vitjað HS í 1963. Sum eitt svar uppá vitjanina [...] har ein og hvør hevur møguleika at vitja. Høvi verður at heilsa uppá 64-liðið og annars at fáa eitt gott svimjiprát við onnur áhugað. Ein framsýning við øllum hugsandi myndum og lutum, ið siga frá tí søguliga
gekk fyrst í realskúla í Hoydølum og fór síðani á Føroya Læraraskúla. Eftir lokna skúlatíð vendi hon aftur til Skopunar. Tá var hon 23 ára gomul. Síðan 2006 hevur Kathrina verið fyrstilærari á Herðuni. [...] Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í skúlamálum, sum hevði verið floksfelagi hennara á lærarskúlanum. Tað eru stórar broytingar farnar fram í Skopunar skúla seinastu árini. Skúlin er útbygdur og umbygdur,
Men tað verður okkurt gott at leska sær á, meðan dansurin gongur. Atgongumerkjasølan byrjar í Kunningarstovuni í Havn í dag og tað ræður um a skunda sær, tí einans 400 atgongumerki verða seld. Tað, sum [...] Tað er ikki ofta, at tey 39 ára gomlu eru ov ung til at taka lut í einum tiltaki í náttarlívinum í Havn. Men tað verða tey, tá ið gamlamannadansur verður í Sjónleikarahúsinum føstulávintsleygarkvøld. 5 [...] at sleppa inn, er ? 40 ár. Tað verða Marnar og Árni sum fara at spæla tónleik frá fimmti og sekstiárunum, saman við einum bólki. Fyri at seta ein serligan dám á, og gera tað so veruleikakent, sum gjørligt
Flogfelag Føroya heldur til í dag, síðani fluttu bilsmiðjan og - sølan niðan á Háls í nýggjan bygning, og seinastu fýra árini hava tey hildið til á Tjaldursvegi. Uttan iva er talan um eitt gott arbeiðspláss, tí [...] er eitt gott arbeiðspláss, mær hevur dámað væl, og eg havi ongantíð havt ætlanir um at royna nakað annað, tí eg havi ikki royndir í øðrum enn bilum. Vit hava altíð havt nóg mikið at gera, tað var bara [...] Í dag 27. august hevur Erhard Olsen 25 ára starvsdag hjá Meinhardi Arge. Og tað kann sigast rættiliga sjáldsamt, tí Erhard Olsen er bert 40 ára gamal. Bert fimtan ára gamal kom hann í læru hjá fyritøkuni
í Havnini. B68 hevur altíð tveir málverjar við, og tí var tað so líka til, at eykamálverjin, Eyðun Petersen, skuldi verja málið hjá B68. Men tað gjørdi hann bara í átta minuttir, so fekk hann reyða kortið [...] deild, so tað er kanska ein fjórðingsøld síðani, minnist Aksel aftur á. Men ætlar tú at gera álvara av at halda tørn um møguleikan, sum tú nú hevur fingið, skemta vit, og Aksel er við: ? Eg helt tað við formannin [...] at tað verður sagt, at tú skalt ongantíð broyta eitt lið, sum hevur vunnið. Eyðun Petersen hevur leikbann, og um Magnus Poulsen ikki verður valdur í kvøld, so verði eg aftur í málinum!, kemur tað speiskliga
løtt av lyndi, dugur væl at práta við fólk, og hevur gott fólkatekki. Samstundis er hon sera málsøkin í sínum arbeiði. Tá ið hart leikar á, sum tað oftani ger í hennara starvi, missur hon ikki stevið, [...] og spyrja hana til ráðs, eins og var hon ein annar norkosuyvirlækni. Jónbjørg eru ættað úr Kunoy, og er gift við Karl Josephsen. Tey eiga fýra deingir. Heimið er altíð fjálgt at koma til, og har er altíð [...] altíð nógv lív í. Ja, tað kann tykjast sum ein onnur matstova, at koma inn til Jónbjørg, tí nógv fólk koma á gátt hjá teimum, og altíð stendur okkurt á borðinum. Jónbjørg er ein friðarkvinna, sum søkir og
ur í 1969, og tað hevur verið hansara starv øll árini. Afturat hesum hevði hann eisini eina tíð ábyrgd av uttanlandskaðalunum, til hetta var yvirtikið av Telefonverkinum. Heri hevur gott innlit og gongur [...] einum starvsfelaga. Teir eru ofta í fjørðinum og rógva eisini út á Norðhavinum, tá umstøður eru til tað. [...] Italia í brúdleypi hjá dóttrini Oddvør, sum giftist har við einum skota. Sonurin, Tróndur, er á veg til Bretlands at fáa sær eina tónleikaútbúgving. Heri var í síni tíð radioamatørur men fæst nú mest við
serundirvísing. Tað eyðkennir Dánjal, at hann er nærlagdur. Hann fer grundiga til verka og byggir upp so líðandi, so børnini kunnu fylgja við og læra tað, tey skulu. Hann tekur børnini til sín og er góður [...] hjá Nordafar í Føroyingahavnini tað summarið. Heimafturkomin hevði hann fyrifallandi arbeiði, til hann í januar 1957 fór við íslendska trolaranum »Skúla Magnussyni« til Reykjavíkar í Íslandi. Dánjal royndi [...] hava tit nógv at fegnast um til eina hátíðarløtu sum hesa. Skúlans vegna fari eg at siga tær hjartaliga takk fyri trúgva og drúgva tænastu við skúlan. Stóra takk fyri gott samstarv hesi mongu árini. Hjartaliga