Í dag 27. august hevur Erhard Olsen 25 ára starvsdag hjá Meinhardi Arge. Og tað kann sigast rættiliga sjáldsamt, tí Erhard Olsen er bert 40 ára gamal. Bert fimtan ára gamal kom hann í læru hjá fyritøkuni í 1974 og í 1978 var hann liðugur sum bilmekanikari. Fyrstu árini arbeiddi hann í Gundadali, har Flogfelag Føroya heldur til í dag, síðani fluttu bilsmiðjan og - sølan niðan á Háls í nýggjan bygning, og seinastu fýra árini hava tey hildið til á Tjaldursvegi.
Uttan iva er talan um eitt gott arbeiðspláss, tí ikki so fá av starvsfólkunum hava arbeitt har í nógv ár. Meistarin hjá Erhardi Olsen hevur verið har í 35 ár, og onnur í 25 og 20 ár. Um 30-40 fólk starvast hjá Meinardi Erge.
- Hetta er eitt gott arbeiðspláss, mær hevur dámað væl, og eg havi ongantíð havt ætlanir um at royna nakað annað, tí eg havi ikki royndir í øðrum enn bilum. Vit hava altíð havt nóg mikið at gera, tað var bara eini tvey ár fyrst í 90-unum, at lítið og einki var at gera, sigur Erhard Olsen.
- Sjálvt fakið er nógv broytt hesi 25 árini. Menningin hevur verið stór og alt er meiri elektroniskt í dag. Tí krevst, at vit fylgja væl við, og einar 2-4 ferðir um árið eru vit í Danmark á skeiði fyri at læra tað nýggjasta.
Í dag býður arbeiðsplássið Erhardi og starvsfeløgunum eina góðan morgunmat, og fyrst í komandi viku verður eitthvørt annað á skránni.









