40 ár í Skopunar skúla

Kathrina Joensen hevur verið lærari í Skopunar skúla í 40 ár.

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, helt eina røðu fyri Kathrinu í hesum sambandi, og greiddi soleiðis frá hennara lívsleið.

 

Hon gekk fyrst í realskúla í Hoydølum og fór síðani á Føroya Læraraskúla. Eftir lokna skúlatíð vendi hon aftur til Skopunar. Tá var hon 23 ára gomul.

 

Síðan 2006 hevur Kathrina verið fyrstilærari á Herðuni. Hon varð sett sum fyrstilærari av Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í skúlamálum, sum hevði verið floksfelagi hennara á lærarskúlanum.

 

Tað eru stórar broytingar farnar fram í Skopunar skúla seinastu árini. Skúlin er útbygdur og umbygdur, og kann metast millum teir fremstu barnaskúlarnar í landinum.

 

Í bygdarsamfelagnum hevur Kathrina heldur ikki smæðst burtur, men hevur verið í fremstu røð. Hon varð vald í kommunustýrið í 2000 og sat í trý skeið. Tvey av teimum sum vara borgarstjóri. Hon var ein sera virkin kommunustýrislimur.