40 ára starvsdagur

Í summar hevur Helgi Danielsen í Klaksvík verið lærari við Skúlin á Ziskatrøð í 40 ár Hann er nú byrjaður uppá sítt 41. ár sum lærari.

Helgi, sum er sonur Gerdu og Jóan Símun Danielsen á Vágsheygnum í Klaksvík, er føddur hin 8. februar 1941. Í 1966 giftist hann við Sigurbjørg f. Jacobsen úr Sumba. Tey eiga fýra børn: Jan, sum er giftur við Johild Túgvustein - tey eiga børnini: Gunnleyg, Beinir, Hallbjørg og Jón. Finn, sum er giftur við Selmu f. Frederiksberg - tey eiga børnini Joan, Tormund, Helga og John Sigurd. Leif, sum livir saman við Herthu - tey eiga børnini Óla Hans og Sesiliu. Maigunn, sum er gift við Eyðun Jacobsen og tey eiga børnini Rógva og Biritu.

Eftir at realskúlin var liðugur hevði Helgi ymiskt fyrifallandi arbeiði, t.d. á spinnarínum.

Í 1960 gekk so leiðin til Havnar á læraraskúla, og í 1964 fekk hann prógv sum lærari. Sama ár fór Helgi í starv sum lærari við Skúlan á Ziskatrøð, og hevur verið har uttan steðg líka síðan.

Av verandi lærarum á Ziskatrøð, er Helgi tann einasti sum uttan steðg hevur verið lærari í 40 ár. Eitt sindur løgið kanska, men Helgi og Asbjørn Lómaklett hava fylgst allan vegin í gjøgnum skúlatíðina. Fóru í fólkaskúlan samstundis, í realskúlan samstundis, í læraraskúla saman og fingu prógv sama dag. Eisini byrjaðu báðir sum lærarar við Skúlan á Ziskatrøð í 1964.

Meðan Helgi gekk á læraraskúla, var hann í starvsvenjing í Árnafirði. Tá var ongin tunnil, so gangast mátti upp um fjall. Tað var kanska tá, at hugurin til at ganga á fjøllunum birtist, tí í Klaksvík munnu í dag vera fá, sum ikki hava møtt Helga, saman við Oliver Joensen ella onkrum øðrum, á veg í Skúvadal ella onkra aðra staðni.

Helgi hevur altíð møtt sera væl upp í skúlanum. Heilsan hevur verið góð, og tað eru fleiri ár millum sjúkradagarnar. Tað er neyvan langt við síðuna av at siga at sjúkradagarnir øll hesi fjøruti árini kunnu teljast á fingrunum.

Hann hevur verið lærari hjá børnum og svigarbørnum og nú eisini hjá abbabørnum. Ongantíð hevur hann tikið upp á tungu, at hann er troyttur av skúlanum. Hevur onkuntíð í skemti sagt, at hann ikki kann brúkast til nakað annað.