Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?
- Vit eru heima í ár, bara vit bæði. Nýggjársaftan í ár eru júst 40 ár, síðan maðurin fór á knæ. So vit fara at eta ein góðan bita, sum maðurin stendur fyri og annars hyggja at fýrverkinum, ið verður skotið. Mær dámar ikki fýrverk, so tað lati eg onnur um. Gleði meg til ein friðarligan nýggjársaftan saman við míni betru helvt.
Tað sigur Sigrid Vang á Oyrarbakka. Maðurin er Schandorff Vang.
Hvør var størsta hendingin – upplivingin – hjá tær í 2022?
- Tað er altíð ringt at raðfesta hendingar gjøgnum eitt heilt ár, men at fáa at vita, at eg í 2023 enn einaferð sleppi at blíva omma, um Gud vil, er stórt. Eisini var tað fantastiskt, at korona bleiv avblást, og vit sluppu aftur at liva undir normalum umstøðum.
Hvat var tað keðiligasta í 2022?
- Tað at Russland leyp á Ukraina er heilt vist tað keðiligasta, sum hent er í árinum, sum fer. Tankin um, at slíkt hendir í okkara tíð, har ”øll” eru so upplýst og hóast hetta einki hava lært av søguni, er ræðandi - og hetta hendir beint uttanfyri okkara høvuðsdyr í Evropa.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?
- Eg vóni, at kríggið fær ein enda, eins og eg vóni, at okkara nýggja samgonga fær nøkur av givnu vallyftunum á skrá. Her hugsi eg serliga um heitu hendurnar í okkara samfelag, eldraøkið, dagstovnaøkið, skúlaøkið og kommunulæknaøkið, eins og at øll fáa møguleikan at fáa eitt heim.
Sigrid Vang heldur, at okkara samfelag má vera fyri menniskjuni, sum her búgva. Alt kann ikki fara upp í undirstøðukervið, sum nú er sera væl útbygt. So, nú má fólkið, sum her býr, raðfestast.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, eg eri komin í tann aldurin, har heilsan krevur serliga raðfesting. Hetta er nakað, tú tekur fyri givið, tá tú ert ungur. So mítt nýggjárslyfti er at halda fram við góðu gongdini hesi seinastu tvey árini og halda fram at rógva í bólkinum "Heimaróður hjá Toni" - og eta heilsugott, tó uttan at blíva heilt viðgongd, tá tað um mat ræður.
At enda ynskir Sigrid Vang øllum eitt gott og eydnuberandi 2023.