40 ár liðin síðan skopuningar bygdu fiskavirkið

- Høvdu vit ikki havt fiskavirkið øll hesi árini, trúgvi eg, at Skopunarbygd, sum er ein lutfalsliga ung niðursetubygd, hevði verið nógv minni í dag, enn hon er. Virkið hevur havt velduga stóran týdning fyri Skopun og aðrar bygdir í oynni, sigur Fríðhild Winther, sum í hesi samrøðuni greiðir frá byrjanini og gongdini annars. Mánadagin verður stovningardagurin hildin á virkinum, og tá eru øll vælkomin inn á gólvið

Skopun

Vilmund Jacobsen

vilmund@sosialurin.fo


Sunnudag 17. februar eru liðin 40 ár, síðan fiskavirkið í Skopun læt upp av fyrstan tíð.

Eins og í fleiri øðrum bygdum kring landið, vóru fiskakjallarar í Skopun, sum keyptu útróðrarfisk. Menn flaktu fiskin, sum síðan varð saltaður til útflutnings.

    Fríðhild Winther, sum í mong ár tilsamans hevur arbeitt á fiskavirkinum í Skopun, var 10 ára gomul, tá ið virkið læt upp.

    - Eg minnist so væl hendan leygardagin fyri 40 árum síðan, sum var ein stórur dagur í bygdini. Hetta var ein dagur, sum fólkið í Skopun rættiliga hevði sæð fram til. Vit stóðu uttanfyri virkið og hugdu at, hvussu leikur fór. Menn vóru komnir av Eiði og suður higar at leggja fólki í bygdini lag á, hvussu skerast og arbeiðast skuldi. Um hetta mundið vóru bert nøkur fá fiskavirkir av hesum slagnum í Føroyum, eitt á Eiði og eitt annað í Sørvági. Tá vóru ongar maskinur – og øll framleiðslan fór fram við knívi í hond. Menn lærdu menn, og síðan lærdu menninir kvinnurnar at skera.


Savnað myndir

Nú fiskavirkið í Skopun hevur 40 á baki, verður dagurin hildin í Skopun mánadagin, 18. februar.

    - Vit hava savnað myndir, sum lýsa ein part av søgu felagsins, og hesar kunnu síggjast á virkinum mánadagin. Onkrar myndir eru frá teirri fyrstu tíðini – og fyrstu kassunum av fiski, sum virkið keypti. Onkrar myndir eru eisini tiknar inni á virkinum, og myndir eru av ferðum, sum arbeiðsfólkið hevur verið uttanlands. Aðrar myndir lýsa broytingina, sum hevur verið á virkinum upp ígjøgnum árini. Allar myndirnar eru ikki líka góðar, men tær siga so sína søgu.

    Fríðhild sigur seg vóna, at nógv av teimum, sum upp ígjøgnum árini hava arbeitt á fiskavirkinum, koma innaftur á gólvið at vitja, nú føðingardagur er.

- Vit fara at bjóða lagkaku, kringlu, kaffi og te, og vit vóna at síggja nógv fólk aftur, sum gjøgnum árini høvdu sína dagligu gongd her.

Hon vísir á, at fiskavirkið í Skopun hevur havt velduga stóran týdning fyri bygdina.

    - Høvdu vit ikki havt fiskavirkið øll hesi árini, trúgvi eg, at Skopunarbygd, sum er ein lutfalsliga ung niðursetubygd, hevði verið nógv minni í dag, enn hon er. Virkið hevur havt stóran týdning, bæði fyri fólk í bestu árum, ungdómin og tey, sum eru komin nakað upp í árini. Eisini hevur virksemið gjøgnum árini havt stóran týdning fyri uppilagstar fiskimenn, sum ikki longur orkaðu baldruta sjólívið.


Fyrsti lønarseðil

Fríðhild sigur, at hon byrjaði at arbeiða á virkinum í summarfrítíðini, tá ið hon var vorðin eini 14 ára gomul, og tilsamans eru árini vorðin rættiliga mong. Í dag arbeiðir hon í eldrarøktini í oynni, men vaskar á virkinum um kvøldarnar eftir loknan arbeiðsdag.

    - Eins og so mong onnur í bygdini, havi eg altíð verið ógvuliga góð við hetta arbeiðspláss. Mær hevur altíð dámt serstakliga væl á virkinum, og tað geri eg framvegis. Eg vaski einar 2-3 tímar um dagin og gjarna eitt sindur longri fríggjakvøld, tá ið arbeiðsvikan á virkinum er liðug.

Ein teirra, sum var til arbeiðis á fiskavirkinum í Skopun fyrsta arbeiðsdag í 1968 – og sum framvegis arbeiðir á virkinum, er Bergtóra Jensen, sum í dag er 65 ára gomul.

    - Bergtóra hevur ikki arbeitt øll hesi mongu ár á fiskavirkinum, tí hon hevur eisini tikist við annað arbeiði. Men tað sermerkta er, at hon var við í byrjanini, og hon er við enn í dag.

    Fríðhild veit at siga, at Bergtóra enn eigur fyrsta lønarseðilin, sum hon fekk í fiskaarbeiði á táverandi nýggja virkinum.

    - Fyri hendan leygardagin, tá ið virkið læt upp, dagarnar í vikuni eftir fram til og við leygardagin eftir, tjenti Bergtóra tilsamans 267 krónur. Hesar dagarnar arbeiddi hon einar 6-7 tímar um dagin. Tá var einki, sum kallaðist yvirtíð, og vit mugu siga, at okkurt hevur Ingeborg Winther fingið burtur úr øll hesi ár, hon hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Tey, sum vóru undan henni, tóku eisini síni tøk fyri arbeiðarafjøldina.


Felags ogn

Vit kunnu skoyta uppí, at tað var ikki óvanligt, at fólk á summum fiskavirkjunum arbeiddu fyri vanliga løn – eisini eftir vanliga arbeiðstíð eins og leygardagar tey fyrstu árini, tá ið fiskavirkini stungu seg upp kring landið. Í flestu førum átti bygdarfólkið gjøgnum arbeiðarafeløg og kommununa arbeiðsplássið, og tí vildu tey eisini gera sítt til, at raksturin fekst at hanga saman.

    - Í Skopun var tað soleiðis, at alt bygdarfólkið átti virkið. Høvdarhagi var felags fyri allar skopuningar. Her kundi hvørt húski hava kúgv ella seyð gangandi, og í aðrar mátar fingu fólk seyð bíliga úr haganum, tá ið skurðfjøllini vórðu gingin. Hevði tú stórt hús, fekst tú ein seyð bíliga – og var talan um tvey eldri fólk í húsi, fingu tey kanska ein hálvan seyð bíliga.

    Hon sigur, at henni kunnugt, var tað avlopið av rakstrinum av Høvdahaga, sum gjørdist fyrsta íkastið til fiskavirkið í bygdini, og seinni komu so bæði arbeiðsmannafelagið í bygdini og kommunan upp í.

    - Tað var tí fólkið í Skopun, sum átti virkið, endurtekur hon.


Avmarkað tal

Fríðhild sigur, at í byrjanini var tað soleiðis, at bert ein úr hvørjum húsi í bygdini slapp at arbeiða á virkinum, og hetta varð gjørt fyri, at inntøkurnar av hesum arbeiði skuldu fella so rættvíst í bygdini sum gjørligt.

    - Tað var jú avmarkað, hvussu nógvum fólki brúk var fyri í byrjanini, men sum tíðin leið, og maskinur komu inn á virkið, arbeiddu fólk úr øðrum bygdum í Sandoynni eisini í Skopun.

    Hon minnist væl tíðina í sjeytiárunum, tá ið bilur kom við fólki av Sandi og øðrum bygdum í oynni norður til Skopunar at arbeiða á seinnapartsvakt – og síðan kom eftir teimum aftur, tá ið vaktin var lokin seint um kvøldið.

    - Vit vóru eisini nøkur úr Skopun, sum arbeiddu á seinnapartsvaktini. Eg hevði børn og arbeiddi sjálv nógv um kvøldarnar. Heima hevði eg fastar skúlagentur at ansa børnunum fyri eitt oyra. Eftir at fiskaframleiðslan var liðug á virkinum seint á kvøldi, vaskaði eg mangan til klokkan 01 um næturnar. Tað var ikki soleiðis, at avbygdarfólkið neyðturviliga skuldu arbeiða á kvøldvaktini. Tey kundu velja, um tey heldur vildu arbeiða um dagin, men eg haldi, at teimum dámdu sera væl hesa skipan, meðan hon var soleiðis. Hetta var ein ógvuliga góð tíð.


Gott arbeiðspláss

Fríðhild hevur verið knýtt at fiskavirkinum í Skopun at kalla øll árini, síðan hon var eini 14 ára gomul og byrjaði at arbeiða í summarfrítíðini.

    - Fyrst í nítiárunum, tá ið alt samfelagið steðgaði upp, steðgaði eisini fiskaframleiðslan í Skopun, og virkið læt aftur í eina tíð. Annars hevur tað verið opið øll árini síðan byrjan.

    Hon heldur, at tað var ógvuliga gott fyri bygdina, at Sandoy Seafood, sum tíðin leið, tók um endan og hevur havt virkið opið síðan.

    - Í mong ár var lítil útskifting millum tey, sum skipaði fyri í Skopun, og kendu andlitini gingu aftur gjøgnum nógv ár. Hóast eigaraviðurskiftini eru broytt, hevur heldur ikki so stór útskifting verið seinnu árini. Hetta eru øll fitt og dugnalig fólk, og enn sum áður er fiskavirkið í Skopun eitt gott og gevandi arbeiðspláss, sum framvegis hevur stóran týdning fyri Skopun og aðrar bygdir í oynni.


Færri skip

Fríðhild ivast onga løtu í, at fiskavirkið í Skopun saman við útrórðarbátum og skipum, sum hava verið knýtt at bygdini, hevur verið grundarsteinurin undir bygdini.

    - Her vóru nógvir útróðrarbátar og nógvur útróður, tá ið virkið læt upp og nógv ár frameftir. Seinni fingu vit eisini størri deksfør, línu-og trolbátar og at enda trolarar. Í dag er flotin, sum hoyrir til bygdina, lítil, men virkið keypir fisk frá skipum, sum eru heimahoyrandi aðrastaðni.

    Vit spurdu eisini Fríðhild, hvat hon heldur um kjakið um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum.

    - Eg haldi, vit noyðast at ásanna, at okkum vantar fólk fyri at halda fiskavirkisvinnuni uppi. Vit hava havt útlendingar á virkinum í Skopun, og eg haldi, at hesi eru stak røsk og fyrikomandi fólk. Flestu ungdómar fara at læra, og tað haldi eg vera skilagott. Hinvegin síggja vit nógv av hesum ungu, sum koma á virki í eina tíð at tjena sær til lesnaðin. Vit hava eisini fólk á virkinum, ið hava onkra útbúgving, sum tey ikki kunnu brúka í Sandoynni, tí einki arbeiði er júst til teirra.


Mergjað fólk

Fríðhild heldur nógv um sínar bygdarmenn, sum í sínari tíð slóðaðu fyri.

    - Eg haldi, at tað var so flott av teimum, sum undan fóru, at tey megnaðu at reisa hetta virkið á føtur. Tað hava verið mergjaði fólk, ið her settu búgv, og ættarliðini hava lyft arvin eftir tey, sum undan fóru.

    Hon vísir á, at Skopun gekk á odda við fyrstu dansistovuni, bygdarvegnum – og longu tíðliga í 1920-unum fekk bygdin havnalag.

    - Tað var eisini í Skopun, at fyrsta føroyska gudstænastan varð hildin í kirkjuni, sigur Fríðhild Winther í samrøðu við Sosialin, nú fiskavirkið í bygdini hevur 40 ár á baki sunnudagin.

    Í dag arbeiða eini 70 fólk á Sandoy Seafood í Skopun, og virkisleiðari er Martin Olsen. Góðskuleiðari er Gunnleif Bjartalíð.

    Móttøkan á virkinum mánadagin verður millum klokkan 14 og 18, tá ið øll eru vælkomin inn á gólvið til drekkamunn og køku.