40 ára starvsdag á Sjóbjargingarstøðini MRCC

Hósdagin 7. september var hátíðarhald á Sjóbjargingarstøðini MRCC í Havn í sambandi við at Heri Olsen, telegrafistur, hevði 40 ára starvsdag á Tórshavnradio.

Heri er 57 ára gamal og havnarmaður. Hann fór sum 17 ára gamal í læru á Telegrafstøðini ella rættari hjá SNTS (Store Nordiske Telegraf Selskab) og tók prógv sum telegrafistur í 1969, og tað hevur verið hansara starv øll árini. Afturat hesum hevði hann eisini eina tíð ábyrgd av uttanlandskaðalunum, til hetta var yvirtikið av Telefonverkinum. Heri hevur gott innlit og gongur hundrað prosent upp í sítt arbeiði og vil at tingini skulu fungera.
 
Foreldrini hjá Hera eru: Oda, f. Gaard Hansen, úr Havn, og Ólavur Olsen úr Fuglafirði. Heri er elst av trimum brøðrum, hinir eru Ove og Kári, sum báðir arbeiða í Útvarpinum, har teir hava ríkað alt Føroya fólk við sínum mongu tónleikasendingum. Familjan er kend innan tónleikalívið í Føroyum, serliga fyri sín leiklut í Havnar Hornorkestri, har ein stórur partur av familjuni eisini spælir.
 
Heri er giftur Jóhonnu, f. Poulsen, av Skála, ið er útbúgvin og arbeiðir sum pedagogur. Jóhanna og Heri eiga tvey børn og hava júst nú verið í Italia í brúdleypi hjá dóttrini Oddvør, sum giftist har við einum skota. Sonurin, Tróndur, er á veg til Bretlands at fáa sær eina tónleikaútbúgving.  
 
Heri var í síni tíð radioamatørur men fæst nú mest við tónleik, og harafturat fer nakað av hansara frítíð í bátinum, einum AWI 27, sum hann eigur saman við einum starvsfelaga. Teir eru ofta í fjørðinum og rógva eisini út á Norðhavinum, tá umstøður eru til tað.