40 ára starvsdag við Klaksvíkar Sjúkrahús

1. oktober hevði Jónbjørg Josephsen 40 ára starvsdag við Klaksvíkar Sjúkrahús.

Jónbjørg er útbúgvin sum narkosusjúkrasystir í Sønderborg. Hon hevur í samfull 40 ár starvast á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Við stuttum millumbilum hevur hon eisini arbeitt í Noregi, Svøríki og Danmark.

Jónbjørg er sera dugnalig og nærløgd. Hon er løtt av lyndi, dugur væl at práta við fólk, og hevur gott fólkatekki. Samstundis er hon sera málsøkin í sínum arbeiði. Tá ið hart leikar á, sum tað oftani ger í hennara starvi, missur hon ikki stevið, men fylgir sínum setningi.

Jónbjørg er av sonnum ein av "teimum røttu góðu gomlu sjúkarsystrunum" við øllum teimum dygdum slíkar hava. Hon er ein góður eygleiðari, er málsøkin, tekur skjótar avgerðir og fylgir sínum máli til fullnar. Hon er ábyrgdarfull og trúføst og dugur væl er mynda sær eitt greitt yvirlit av eini fløktari støðu.

Læknar og sjúkrasystrar, sum hava arbeitt saman við henni, hava virðing fyri henni og spyrja hana til ráðs, eins og var hon ein annar norkosuyvirlækni.

Jónbjørg eru ættað úr Kunoy, og er gift við Karl Josephsen. Tey eiga fýra deingir. Heimið er altíð fjálgt at koma til, og har er altíð nógv lív í. Ja, tað kann tykjast sum ein onnur matstova, at koma inn til Jónbjørg, tí nógv fólk koma á gátt hjá teimum, og altíð stendur okkurt á borðinum.

Jónbjørg er ein friðarkvinna, sum søkir og vinnur frið um seg. Tó, við sínum lítillætna lyndi, skapar hon virðing um seg.

Ynskt verður hesi megnar kvinnu hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum. Saman eru hon og Karl eitt fyrimyndarligt par. Tað er kanska eisini Jónbjørg fyri at takka, at Karl hevur kunna gingið runt við sínum góðu gerningum í mong Harrans ár, ið veittu honum ársins rósu í fjør - So væl uppiborna!

Rósa hansara eitur Jónbjørg.

NA