at skipini kunnu komað at kai og ivist eg onga løtu í at tit vilja gera tað sum stendur í tykkara makt fyri at fremja neyðug stig so eisini hetta verður møguligt. Tit hava higartil prioriterað rætt og gjørt [...] hesi sum ætla sær at blíva vald lova gull og grønar skógir um tey verða vald, - tó væl vitandi um ,at stórt sæð alt tey lova aldrin verður til veruleika. Havi eisini lagt til merkis at valevnini sum eru [...] eru stillað upp til Býráðsvalið í Vági ikki hava agiterað tað stóra til hetta valið, - og haldi eg heldur ikki at tað er neyðugt. Sitandi býráð í Vági hevur ikki fyri neyðini at agiterað fyri afturvalið,
fremja alt tað í verki, ið fram er komið í valstríðnum. Kommunan eigur tí at gera eina langtíðarætlan, har tað, sum hevur størstan týdning fyri kommununa, verður prioriterað ovast, og tað sum hevur minni [...] mykju-kappingunum, sum hava vundið upp á seg. Er tað so stuttligt, at eitt av Harranum skapt kríatúr ger burtur av sær? Tað gera vit menniskju jú eisini. Men helst er tað júst tað, sum er tað stuttliga. Eisini [...] við hús. Tað er sjálvandi einki galið í tí, um tað er í samsvari við ynskið. Men tá ið fólk koma í neyðstøðu vegna atgerðarloysi frá myndugleikunum, er tað ein heilt onnur og syndarlig søga, sum tíverri
nevnt 2006 sum eitt dømi. Onkur annar hevur sagt, at tað fer at taka nógv longri tíð at fáa blokkin burtur. -Tað er óheppið um hetta verður gjørt til eitt partapolitiskt rumbulsmál. Men tað er í øllum førum [...] framskunda dagin fyri, nær fullveldið skal koma í gildi. Og tað er hendan ætlanin, sum fólkaatkvøða skal vera um í apríl mánaða komandi ár. Tá verður eisini atkvøðugreiðsla um at stovna føroyska ríki. Høgni [...] at talan verður um nøkur heilt fá ár, uttan at eg fari at seta nakað ávíst áramál á. Kortini skal talan vera um eitt áramál, sum allir samgonguflokkar kunnu taka undir við. Verður tað 15 ár, sum upprunaliga
somuleiðis pietisman, sum í fyrsta lagi ger seg galdandi í Danmark í 1730'unum. Tann fyrri parturin av øldini kann sostatt ikki brúkast, men tað kann umleið 1760, har høvi verður at seta ta týsk-donsku [...] sær, at fara í holt við skaldsøguna longu í morgin. Men Jørgen-Frantz er í iva: ?Skal eg skriva ta bókina? Tað er ikki so lættført. Eg havi hvørki hegnislag ella skapandi hugflog til at birta í eina søgugongd [...] er fullkomiliga í tráð við fatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Viðvent í holuni? Tað er sostatt hampiliga greitt, hví søgugongdin er flutt 50 ár í mun til søgnina, men haraftrat verður mótsetningurin millum
annars blandar tað seg ikki í týðingina. Bloomsbury er blivið ein heimsfyritøka við hesum fongi, sum tað fekk í gandapottin, men at kanna týðingarnar heilt niður í smámálini sum okkara, tað orka tey tíbetur [...] kortum. Tað kann ofta enda sum tað reina tvætl. Men har, sum ein góð søga er, væl sett saman við ætlan og sniðfundigheit og hjartalagi, Lítli Prinsurin til dømis, har er tað nakað annað. Og í grundini [...] Søgan um Harry Potter er søgan um tað góða móti tí ónda, men tað vísir seg, at tað ónda er eisini inni í teimum góðu, og viðhvørt er tað ógjørligt at siga, hvat ið er hvat. Í so máta eru hesar bøkur kanska
er hetta ein bók, sum óivað fer at selja væl og hvørva sum matur av borði úr bókabúðunum. Tí, tað skerst ikki burtur, at í hesum tekstunum sæst sum í einum spegli, einum spegli, sum er íbygt av einum anda [...] grundarlagi í lógum alisfrøðinnar og øðrum vísindaligum reglugerðum og fyriskipanum. Bókin er tó ikki ein ritgerð, ið hevur tað yvirnátúrliga fyri í sínum fjølbroyttu og skiftandi myndum í roynd sum í søgn, [...] um duldar kreftir, sum hjálpa fólki í neyðstøðu, um afturgongur, um deyð, sum vita aftur í verðina, um huldufólk, um at síggja í hamferð o.s.frv. o.s.frv. Frásagnirnar leggja sum so lítið aftur at hevdini
spældi hann við í ymsum rockbólkum í Havnini. Síðst í sjeytiárunum spældi hann við í tí allarhelst drúgvasta havnarbólkinum, Teimum av Kamarinum. Árini 1992-96 fekk Edvard undirvísing í bass-spæli frá so [...] onkrari skipan, í øllum teim vevnaðum og ljóðintrykkum, ið koma til tín, oftast mjúk og blíð, sum í ?Angels Asleep?. Lurtandi og grundandi, hómi eg ein greiðan vevnað eitt korter inni í fløguni. Jú, nú [...] marknaðin í hesum døgum, er orsøk at samanbera útgávurnar í vavi. Tí prísurin er hin sami, antin hon er stutt ella long. Rokna vit minuttprísin á aktuellum føroyskum fløgum, fáa vit so ymsar upphæddir sum heilar
síður í litum. Hon er gjørd úr evni, sum ikki er skaðiligt, so barnið fær ikki mein, hóast tað bítur í hana. Og verður hon skitin, ber til at vaska hana í flógvum vatni. Bókin kostar kr. 90 í bókabúðunum [...] Bókin er ætlað at stimbra tey smæstu: Hon er í bjørtum litum, okkurt skramlar, tá ið tú tekur í tað, og okkurt kann latast upp. Eisini er ein bamsa, fest í ein vogn vil silkibandi, og hana kanst tú spæla [...] Barnabókina Í vøggustovu við Helenu eftir Maud Heinesen. Annika Lávík myndprýddi. Helena býr í Danmørk. Omman var eitt summarið og vitjaði hana, og tá slapp hon við henni í vøggustovuna at síggja stovurnar
stendur ein mynd í huganum av kvinnum og monnum , sum hava verið á tí kommunala skýggjanum í nakrar dagar. Tað kennist eins sum við myndini hjá Doris Bloom, at øll valevnini eru farin inn í tann kommunala [...] eru eins og smílandi sum áður, og hava tað kanska upp aftur betri enn tann, sum gongur við einum borgmeistara í búkinum, og má kasta burtur, tí sessurin var latin einum, sum var komin í níggjunda mánaða. [...] týdning, at tað er ein, sum hevur gjørt vart við seg á onkran hátt t. d. í felagskapi, í bygdini, umborð á skipi: Hann var ein raskur maður og góður at vera saman við, ella tekur tú eina kvinnu, sum altíð rætti
og útgávur vísa, at vit hava virkin mentafólk á nógvum økjum. Tað eru fólk, sum leggja nógva orku í list sína, bæði sum arbeiði og serliga í frítíðini. Alt hetta virksemi fer fram, hóast vit ferð eftir [...] fólki at skilja fagurliga list. Tað síggja vit eisini í hesum døgum, nú fleiri føroyingar fara at sýna fram føroysk listarverk í einum av heimsins høvuðsstøðum innan list - í sjálvum New York. Aftur eitt [...] sæð, at vit eiga ein tann fremsta listarmannin í Evropa. Konsertin í Norðurlandahúsinum til minnis um svian Bjørn Afzelius vísti, at vit hava úrmælingar í tónleiki, og at vit ikki bara hugsa og virka innan