Høgni Hoydal: Vit taka fullveldi um nøkur fá ár

- Vit skulu hava eina greiða avtalu við danir um, nær blokkurin skal vera fallin burtur. Og tað skulu ikki ganga nógv ár, áðrenn vit hava tikið fullveldi, sigur Høgni Hoydal

 

-Tað einasta, vit nú kunnu gera, er, at vit sjálvi taka fullveldi. Og tað skal vera um nøkur fá ár.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullvedismálum, sigur, at samráðingarnar við donsku stjørnina hava prógvað, at vit høvdu aldrin fingið eina avtalu við danir um føroysk fullveldi, tí danir vilja heilt einfalt ikki av við Føroyar.

-Tí er tað heldur ikki í samsvari við veruleikan, at vit høvdu fingið fullveldi við fýra ára skiftistíð, tí tað høvdu vit ikki fingið.

- Aftan á annan samráðingarfund var støðan annars tann, at skiftistíðin var at kalla tað einasta, sum var eftir at samráðast um. Men á triðja fundinum vildi danska stjørnin aftur hava, kanningar og útgreiningar gjørdar, heilt niðir í smálutir, og hon vildi ikki skriva undir nakað, fyrrenn semja var fingin um hvønn smálut.

- Tað sigur mær so mikið, sum at vit kundiu samráðst til dómadag, vit høvdu ikki fingið nakað úrslit kortini.

Høgni Hoydal sigur, at veljarakanningin, sum varð gjørd í farnu viku, vísir eisini heilt týðiligt, at hetta er føroyski veljarin nú fullgreiður yvir.

-Tað er einasta niðurstøða, vit kunnu koma til, tá ið vit síggja, at heili 34% av veljarunum høvdu verið reiðar at tikið loysing, hóast skiftistíðin bara er fýra ár.

- Samstundis vísir kanningin, at veljarin tekur undir við teirri nýggju fullveldisleiðini hjá landsstýrinum.

Men kortini eru tað heili 17% sum ivast í teirri nýggju fullveldisætlanini.

Høgni Hoydal heldur, at orsøkin til tað er, at upplýsingarnar um tær nýggju ætlanirnar, hava verið eitt sindur ógreiðar.

Høgni Hoydal sigur, at tað, sum landsstýrið nú miðjar eftir er at fáa eina nýggja avtalu við danir um fullveldi.

-Talan skal ikki vera um nýggjar samráðingar sum so. Men talan skal vera um at gera eina nýggja avtalu á embætismannastigi um fullveldi. Hetta skal vera ein púra greið avtala um, nær tey seinastu málsøkini í heimastýrislógini skulu vera yvirtikin.

- Og talan skal vera um eina avtalu um, nær blokkurin skal vera burturdottin. Avtalan skal vera soleiðis, at tað ber til hjá okkum at framskunda dagin fyri, nær fullveldið skal koma í gildi.

Og tað er hendan ætlanin, sum fólkaatkvøða skal vera um í apríl mánaða komandi ár. Tá verður eisini atkvøðugreiðsla um at stovna føroyska ríki.

Høgni Hoydal leggur dent á, at talan tískil ikki er um at halda fram í heimastýrisskipanini.

-Hetta er ein fullveldisætlan, sum skal siga púra greitt, nær vit skulu hava fullveldi.


Um nøkur fá ár

Og Høgni Hoydal leggur dent á, at talan skal vera um at taka fullveldi um nøkur heilt fá ár.

-Nakar dagur er ikki ásettur enn. Eg havi nevnt 2006 sum eitt dømi. Onkur annar hevur sagt, at tað fer at taka nógv longri tíð at fáa blokkin burtur.

-Tað er óheppið um hetta verður gjørt til eitt partapolitiskt rumbulsmál. Men tað er í øllum førum greitt, at talan verður um nøkur heilt fá ár, uttan at eg fari at seta nakað ávíst áramál á. Kortini skal talan vera um eitt áramál, sum allir samgonguflokkar kunnu taka undir við.

Verður tað 15 ár, sum upprunaliga ætlanin um skiftistíð var?

-Tað verður í øllum førum styttri enn tað, sigur Høgni Hoydal