UMMÆLI. Nýggj jazzfløga við Edvardi Nyholm Debess
Birgir Kruse
So longu í heitinum hómast ein farri av skemti. Húsin er eisini snøggur og greiður. Einki techno lay out overkill, sum tað sigst eita á nútíðar føroyskum. Her er alt sett greitt upp, eingin vavgreytur av stílum úr ymsum heraðshornum. Og fyrstu tónar og sløg vitna eisini um hetta sama: ein leikandi greiddleika. Ljóst, gjøgnumskygt og greitt. Tú leitar eftir onkrum strukturi, onkrari skipan, í øllum teim vevnaðum og ljóðintrykkum, ið koma til tín, oftast mjúk og blíð, sum í ?Angels Asleep?. Lurtandi og grundandi, hómi eg ein greiðan vevnað eitt korter inni í fløguni. Jú, nú er fast undir fótum. Rolling Stones-klassikarin ?Sittin? on a fence?. Ein suttligur leikur, hesin tónaleikurin hjá Edvardi og teimum. Greiður og spælandi. Alt skilt greitt frá hvørjum øðrum, so einki, púrt einki, druknar og verður køvt í yvurproduseraðum klang- og sniðfundigheitsmyndum. Og tó samanvovið. Og júst hetta er eyðkenni fyri fløguna. Greiddleiki. Sjálvt fyri ein, ið ikki er listinlærdur í akademiskum tónavevnaði.
Tað mesta hevur Edvard skrivað sjálvur. Eitt av løgunum hava allir teir fýra tónleikararnir, Karsten Vogel, Jacob Christoffersen, Ole Theill og Evard sjálvur, staðið fyri. Síðsta lagið er úr Íslandi komið og nevnist ?Stolin Stéf?. Og tað endar eina hugvekjandi fløgu á vetri. Eina fløgu, sum minnir meg á norrønar skógir, djúpir, men tó framkomuligir. Eitt lívrunnið, akustiskt umhvørvið.
Henda fyrsta fløgan hjá Edvardi í egnum navni varir 45 minuttir og fevnir um 8 skeringar.
Hóast merkiliga fáar føroyskar fløgur tykjast koma á marknaðin í hesum døgum, er orsøk at samanbera útgávurnar í vavi. Tí prísurin er hin sami, antin hon er stutt ella long. Rokna vit minuttprísin á aktuellum føroyskum fløgum, fáa vit so ymsar upphæddir sum heilar tíggju krónur og niður í hálva aðru krónu. Hóast samanbering valdast, so kann hesin munur lættliga staðfestast, keypir tú eina føroyska fløgu fyri 159 krónur ídag. Í hesum føri varð støðið tikið í fløguni við barnagarðsbørnum á Argjum og sangfløguni hjá Rúna Brattaberg. Minuttprísurin fyri fløguna hjá Edvardi er snøgt 3,53 kr.
Edvard Nyholm Debess (f.1960) er havnarmaður. Eftir at hava fingið klavertímar frá Rigmor Restorff Rasmussen, spældi hann við í ymsum rockbólkum í Havnini. Síðst í sjeytiárunum spældi hann við í tí allarhelst drúgvasta havnarbólkinum, Teimum av Kamarinum.
Árini 1992-96 fekk Edvard undirvísing í bass-spæli frá so mætum monnum ? her er eingin kvinna, hóast skapið á bassinum kundi bent á tað ? sum Jens Jefsen, Anders Jormin, Bjørn Malmqvist, Johan Poulsen og Niels henning Ørsted Pedersen. Eftir lokna undirvísing tók Edvard eksamiu í kontrabassspæli á Det Jyske Musikkonservatorium í 1996. Umframt jazz og rock, undirvísir og spælir Edvard eisini klassiskt í Tórshavnar Musikkskúla.
Bassurin hjá Edvardi hoyrist á útgávum sum ?Hinumegin Ringv vegin? hjá Kára P og ?Bouquet? hjá Hanus Johansen og Aldubáruni. Hann hevur spælt í mongum samansetingum, mest norðurlendskum, men eisini amerikanskum, har hann hevur spælt saman við Butch Lacy og Bill Buchmann.
Sum tónaskald hevur Edvard Nyholm Debess roynt seg við blásikvintett ?Heyst við Frostnátt? (Tutla 1993), konsert fyri guitar og orkestur í 1994 og klarinettsolo ?Báðumegin við? (BIS 1995)
Kring landið er Edvard tó helst best kendur sum útvarpsmaðurin úr Havn, ið prátar og spælir tónleik.