Frá trølsligum dreymum og afturgingnari tíð

UMMÆLI: Nýliga gav bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag út bókina Meiri millum himmal og jørð eftir Erling Poulsen. Bókin er eitt framhald av ella ískoyti til bókina Mangt er millum himmal og jørð (1995), ið høvundurin og Torkil Beder, prestur, skrivaðu saman.

 

Carl Jóhan Jensen


»Meira millum himmal

og jørð«

Erling Poulsen

Myndir: Edvard Fuglø

Bókadeild Føroya Lærarafelags

2000


Evnið í bókini er, sum tittilin bendir á, tað yvirnatúrliga, t.e. løgnir tilburðir, ið fólki hevur verið fyri, og fyribrigdi, ið eru so undarlig, at vanligt skil illa fær útgreint tey við grundarlagi í lógum alisfrøðinnar og øðrum vísindaligum reglugerðum og fyriskipanum.

Bókin er tó ikki ein ritgerð, ið hevur tað yvirnátúrliga fyri í sínum fjølbroyttu og skiftandi myndum í roynd sum í søgn, men eitt savn av søgum, ið høvundurin hevur savnað frá heimildarfólki og væntandi ritsjórnað og greitt til prentingar. Heimildarfólkini, sum í flestu førum eru nevnd við navni, hava annaðhvørt sjálvi upplivað tað, ið tey fortelja, ella hava frásagnir sínar frá næstingum, eitt nú foreldrum, og fólki, sum tey hava kent. Einstakar søgur í bókini hava áður staðið á prenti í bløðunum t.d. í Viðskeranum (gamla vikuskiftisískoytinum hjá Dimmalætting) og onkur er skrivað upp eftir fólki, ið útvarpið hevur gjørt samrøður við.

Ilt er at siga, hvussu og í hvønn mun høvundurin (um tað er rætt at brúka tað orði í hesum viðfangi) hevur tillagað frásagnirnar hjá heimildarfólkunum málsliga, men tað man ikki vera heilt einki, hugsi eg, tí málið og málburðurin er javnt og samt tann sami út ígjøgnum bókina, hvaðani ið heimildafólkini so eru, antin tey eru úr Norður Oyggjum ella sunnan úr Sumba. Men gaman í, tað er gott mál og yvirhøvur so mikið liðiligt og munnrætt, at ímyndin av talaðum máli varðveitist. Hinvegin hevði tað nú verið áhugaverdari og rættari, um heimildarfólkini sluppu fram at við sínum egnu máleyðkennum.

Søgurnar í bókini eru skipaðar eftir evni, men ikki eftir nakrari ávísari tíðarrøð, soleiðis at tær elstu søgurnar t.d. standa fyrstar og so upp eftir. Erling Poulsen fylgir í stórum dráttum teirri ritsjórnarhevd, ið hevur verið algongd í sambandi við slíkar útgávur, eitt nú í Íslandi, har bøkur av hesum slag leingi hava verið og enn eru sera væl umtóktar.

Hvørji eru so søguevnini?

Sum heild er evnið í søgunum sovorðið, sum hvørt mansbarn man kenna frammanundan, tí nógv tað mesta av tí er so ella so komið fyri almennings eygu ella oyru í onkrum líki áður. Her er sagt frá fyribrigdum, sum longu stóðu fullskapað í føroyskum teksti og tilvitið, tá ið øldin, sum nú er um at renna á enda, enn var nýkomin t.e. fyribrigdi, sum eru lýst í sagnum og søgum, bæði á mannamunni og á prenti, alt síðani Hammershaimb og Jákup doktari Jakobsen vóru á døgum. Her eru t.d. frásagnir um fyriboðanir (ella varsil), um feigd, um sanndroymi, um duldar kreftir, sum hjálpa fólki í neyðstøðu, um afturgongur, um deyð, sum vita aftur í verðina, um huldufólk, um at síggja í hamferð o.s.frv. o.s.frv. Frásagnirnar leggja sum so lítið aftur at hevdini, haldi eg, tó einstøk undantøk eru.

E. Poulsen hevur skilliga sett sær tann fyrisetning at savna søgur við denti á siðsøguliga virði teirra. Hetta hevur við sær, at frásagnirnar eru afturlítandi, tíðum at tí marki at tær kennast samtíðarskíggjandi. Hinvegin eru tær so kanska av somu grund í sambæriligari við ta uppfatan av føroyskari mentan, føroyskari søgu og føroyskum sjálvstilvitið, sum tvístøðan millum tjóðskap og heimastýri skapt og nørdi afturat.

Samanbera vit hetta savnið við samsvarandi søvn, eitt nú í Íslandi, har ið umstøðurnar í mongum eru átøkar okkara egnu, tá ið um fólkatrúgv ræður, og líkna vit somuleiðis hesar frásagnirnar við tað rættiliga stóra tilfar, sum er savnað av mannamunni í Føroyum (men ongantíð er komið á prent), sæst, at í Meiri millum himmal og jørð vil bæði eitt og annað detta burtur ímillum, ið annars sermerkir søgur, ið leita sær evnisfang handan fyri tað, sum vit og skil kann fata.

Nógv tær flestu søgurnar í bókini hava støði í teirri lívsskoðan, sum helt føroyska samfelagnum saman í fyrra parti av øldini. Teirri lívsskoðan, sum gjørdi álitið á eina óbroytiliga og altøka yvirvøld her sum handan til tann klett, ið fólkið bygdi sína andligu og yrkisligu mentan á í eini tíð, tá ið sluppfiskiskapur og trøðin vóru haldið í føroyska samfelagsbúskapinum.

Søgurnar, ið t.d. siga frá vanlukkum og øðrum tilburðum á havinum, hvíla soleiðis á kristiliga snaraðum hugtøkum sum lagna, forsjón, feigd o.s.frv. Fleiri søgur hava eitt undirskilt siðaligt (ella moralskt) innihald, sum er tvinnað saman við tann hugburð og tað sinnalag, sum slík hugtøk lýsa, eitt nú søgan um mammuna, ið gav soninum boð, tá ið hon doyði (bls. 48) og søgan um altarljósini, sum slóknaðu í kirkjuni framman undan, at onkur doyði (bls. 78).

Í øðrum søgum er tann siðaligi boðskapurin afturímóti opinlýsur eitt nú í søguni um eingilin, ið vardi smádreingin (bls. 108), og í søguni um tann deyða pápan, sum vardi dótturina fyri manninum, ið vildi buka hana (bls. 161) (hesar søgurnar kundu saktans verið tiknar beint upp úr Sunnudagsblaðnum). Eisini kunnu summar av søgunum í bókini lesast sum trúarligar dømisøgur, eitt nú frásøgnin um ljósið, sum vísti kommunulæknanum Vamborg veg um Hvalbiarfjall eina náttina í bølamyrkri. Onkrar av søgunum hava har umframt eina politiska helling, ið man taka seg eitt sindur fjákuta út fyri flestum nú á døgum, eitt nú søgan um kirkjuklokkuna á Kirkju úti í Fugloy, ið fór at ringja av sær sjálvari, tá ið Kristian kongur X andaðist 20. apríl 1947 (bls. 80). Sum vituligt er í eini bók um tað yvirnatúrliga, er deyðin grundtónin í at kalla øllum søgunum. Men støðan til deyðan, hugburðurin, er tó eftir øðrum í hesi bók. Deyðin birtist ongantíð øðrvísi enn í fullum samsvari við tað, ið prestar og lestrarbøkur hava lært ættarlið av føroyingum. Hann er uttan undantak kristiliga útlagdur sum jaðarin ella markið millum tað jarðliga og yvirjarðliga lívið.

Í savningararbeiði sínum eltir Erling Poulsen, sum longu nevnt, eins og fyri er slóðað av teimum, ið undan honum hava savnað og givið út frásagnir av mannamunni í Føroyum hesi seinastu hálvtannaðhundrað árini ella so. Tíverri hevur hann ikki bert tikið eftir tí, sum gott var og væl gjørt hjá slíkum hegnismonnum á økinum sum Hammershaimb og Jákup Jakobsen, nei, hann tekur eisini teirra avmarkingar, teirra borgarligu smakkvísi og fordómar til sín. Hann hevur skilliga brúkt teirra meiri enn hundrað ára gamla mát fyri, hvat ið savningarvert er og prentbært.

Hetta er eftir míni hugsan meginveikleikin í bókini og ger hana óáhugaverda bæði bókmentaliga og sum heimild um føroyska fólkatrúgv bæði í gamlari og (upp á seg) nýggjari tíð.

T. d. eru ongar søgur tiknar við, ið á nakran hátt bera at tí sambandi, sum er millum tað kynsliga og tað yvirnatúrliga. Tað er tó eyðkent fyri mangar frásagnir av hesum slag, at tær nettupp snara tað kynsliga og gátuføra saman. Í íslendskari hevd er søgan um deknin við Myrká, ið vildi lokka unnustu sína Guðrún til sín í grøvina eitt gott dømi. Í føroyskari hevd er hetta evnið m.a. tikið upp í vísuni Riddarin Klæmint (CCF 145), ið sigur frá frúnni Medallín, ið skuldi fáa ?hug at deyðum manni?. Ymisk tilbrigdi við hetta tema síggjast eisini aftur í søgum, ið eru uppskrivaðar ella tiknar upp á band frá heimildarfólki í Føroyum tey seinastu hálvtrýss árini. Eyðkend dømi eru frásagnir um samskifti millum fólk og fornisk (t.d. søgan um sandingin, ið fríggjaði við einari huldugentu úr Dímun). Somuleiðis fáa ongar søgur innivist í bókini, sum taka tað myrka og demoniska fram í mannasálini, søgur um ólagaligar átrongdir, devulskap og teir óveðursillandar, sum mótsettar kreftir villa upp í syndigum kroppum og sálum. Sama er galdandi fyri søgur, ið gera seg inn á tey boð og bann, sum hevd og ótti hava sett í samfelagnum. Søgur sum eitt nú tann minniliga søgan, ið Maria Skylv Hansen fortelur í Gomlum gøtum II (bls. 123), um prestskonuna, ið ikki vildi eiga børn og fekk yvirnatúrlig ráð til til at sleppa undan. Ongar søgur eru heldur valdar í bókina, har ið deyðin er tann ósvitaliga endastundin ella markið millum lív og tað ólív, sum vit finna eitt nú í íslendskum sagnum um dreygar (t.e. livandi lík), mangan við opinberligum kynsligum (eisini samkyndum) undirtónum.

Samanumtikið er hetta ein bók, sum óivað fer at selja væl og hvørva sum matur av borði úr bókabúðunum. Tí, tað skerst ikki burtur, at í hesum tekstunum sæst sum í einum spegli, einum spegli, sum er íbygt av einum anda, ið ikki letur tað spegla meiri enn eygað, ið sær, vil síggja. Og tað er av sonnum ein andi, ið samtykkir væl við ta serligu hugsku, sum føroyska samfelagið hevur til at kvíða seg við og ræðast samtíð sína. Ein andi, sum beinanvegin gessar trongdina upp til í heilum at kóla aftur um tað farandi at vita um fortíðin (helst í einum so forhugnaðum skapilsi sum gjørligt) ikki onkursvegna man vera afturtøk kortini ? í huga sum í roynd.

Tað er sjálvandi virðingarvert, at onkur tekur upp á seg at savna og geva út frásagnir av mannamunni bæði um yvirnatúrlig og onnur evni. Eingin ivi um tað. Men álvaratos hevur munnlig frásagnarlist í Føroyum ikki annað og meiri at bjóða, eg spyrji bara, enn hetta afturá-í-sofuni-so-kristiliga-kuldakropið, hetta ósmædna lifrið fyri tí lyndinum í okkum, sum helst vil vera óvitandi um, at grundirnar rembast undir mentan okkara, ja, ger seg blint fyri teimum miklu skjálvtum, sum ganga gjøgnum samfelagið og leggja tað opið fyri einari framtíð, ið hvørki virðir ótta okkara ella stúran (og tíansheldur heimastýrislógina)?

Eg ivist.

E.S. Eitt hjartasuff: Kann forlagið ikki síggja til, at bøkur av hesum slag verða útgjørdar við einum nýtiligum innihalds- og evnisorðayvirlitið?