Ein tøkk til sitandi býráð í Vági


 

Nú stendur aftur val fyri durðum og ein lesur dag og dagliga hvussu øll hesi sum ætla sær at blíva vald lova gull og grønar skógir um tey verða vald, - tó væl vitandi um ,at stórt sæð alt tey lova aldrin verður til veruleika.

Havi eisini lagt til merkis at valevnini sum eru stillað upp til Býráðsvalið í Vági ikki hava agiterað tað stóra til hetta valið, - og haldi eg heldur ikki at tað er neyðugt.

Sitandi býráð í Vági hevur ikki fyri neyðini at agiterað fyri afturvalið, tí tit hava øll sýnt i verkið at tit vilja bygdini, fólkinum her býr og vinnulivinum á staðnum bestu gróðralíkindi eins og tit eisini hava hugsað um tey gomlu, sum hava strítt sítt stríð sømulig kor við at latað eldrasambýlið byggja á staðnum.

Tit hava,- við tí lítlu fíggjarligu orku kommunan hevur, - megna at geva vinnulívinum umstøður soleiðis at lív aftur verður lagað í Vági.

Ongin ivið er um at Vágur nokk var tann bygdin sum bleiv harðast rakt av kreppuni og endaði við eini meðalinntøku uppá ca. 109.000 um árið pr. íbúgva og hevur klára at hóra undan uttan sanering.

Nú sær ljósari út, - alingin í oynni stendur fyri stórari øking og vónandi verður hon saman við ørðum fiskaarbeiði at geva stóra inntøkuøking við sær sum so aftur komað at síggjast aftur á komandi fíggjarætlanum tykkara, eins og ætlanir at byggja eitt virkið til framleiðslu av pelagiskum fiskasløgum vónandi eisini verður veruleiki og kemur at gera Vág til eina tað størstu upp- og avskipingarhavnina í Føroyum.

Fortreytirnar fyri at hetta skal gerast møguligt er sjálvandi at skipini kunnu komað at kai og ivist eg onga løtu í at tit vilja gera tað sum stendur í tykkara makt fyri at fremja neyðug stig so eisini hetta verður møguligt.

Tit hava higartil prioriterað rætt og gjørt nógv gott fyri bygdafólkið ? samstarv tvørtur um flokksmørk er neyðugt fyri góðum varðandi loysnum.

Mítt ynski er at vágbingar gloyma partapolitikk upp til býráðsvalið og ístaðin hugsa um hvør kapasitetur og slagkraft er í teimum persónum sum valdir skulu verða at umboða tykkum komandi valskeið , ? hesi forma tykkara framtíð, ? tomt tos skapar onki.

Eg vil at enda ynska sitandi býráðslimum, sum stillað upp aftur hesaferð eitt gott val og takkað fyri gott samstarv í brátt farna valskeiði.