darvað bjargingarliðunum, sum royna at bjarga fólki aftan á tað ógvusliga grimdarregnið í Haiti og Dominikanska Lýðveldinum. Í gjár eydnaðist tað bjargingarliðunum at sleppa til ta fjarskotnu bygdina Mapou [...] har eysturi í landinum. Men har var ikki nógv at gera, tí tey meiri enn túsund bygdarfólkini lógu jarðað undir mold og runu. Myndugleikarnir í Haiti siga, at meiri enn 1650 fólk hava latið lív av illveðrinum [...] Lýðveldinum eru meiri enn 350 funnin deyð. Í báðum londunum vænta myndugleikarnir at finna uppaaftur fleiri lík. Sagt verður, at fleiri hundrað fólk eru ikki komin afturíaftur.
tað var trygdarskipanini umborð á flogførunum fyri at takka, at tey ikki stoyttu saman. Hann segði, at flogførini vóru í somu hædd og á veg ímóti hvør øðrum. Tá nakrir fáir hundrað mettar vóru ímillum teirra [...] mars, at tvey flogfør av slagnum Boeing 767 mundu stoytt saman, men ikki fyrr enn í gjár bórust tíðindini. Annað flogfarið var á veg til Ný Sælands, og tann ný sælendski flogskiparin segði í gjár, at tað [...] teirra, boðaðu trygdarskipaninar frá, og tað eydnaðist flogskiparunum at forða samanstoyti. Sambært tí ný sælendska flogskiparanum var tað tað indonesiska eftirlitið, sum gjørdi eitt mistak.
einum mánað síðani skrivaði Finansavisen, at Røkke fór at fáa einar 400 milliónir norskar krónur fyri tað 70 metrar langa marglætisskipið, men alt bendir á, at prísurin gjørdist nakað hægri, tí sambært [...] krónur fyri skipið. Tað var nú ikki til stuttleika, at Kjell Inge Røkke seldi stuttleikaskipið. Hann varð tvørturímóti noyddur at selja tað fyri at útvega pengar til lán og rentur, sum hann skal gjalda
hesum dystinum. KÍF fekk at kalla øll síni stig longu fyrstu umførini av kappingini, og spurningurin er so, hvørt tær nú kunnu vísa, at hóast laku úrslitini, so eiga tær ikki at metast sum veikasta liðið [...] verður í Gundadalshøllini, har Fleyr tekur móti KÍF, og tó at dysturin ikki hevur nakran týdning fyri oddastríðið, so fara báðir partar helst at leggja nógv fyri. Fleyr endar uttan iva kappingarárið á niðasta [...] liðið í deildini. Dysturin er settur at byrja kl. 20.00.
Birgir Sondum Valevni á lista C Las í Sosialinum, at Starvsmannafelagið nú hevur uppgivið at samráðast við býráðið, felagið sær seg nú noytt at stevna býráðnum. Hetta hevur verið skilið tey seinastu 4 [...] seinastu 4 árini virðir ikki síni egnu starvsfólk. Arbeiðsfólk verða løgd undir at skulka frá arbeiði, tá tey fara at fylgja líki, ella skulu til lækna. Hetta má steðgast og álitið endurreisast. [...] 4 árini. Býráðið hevur tapt fleiri skir og verið noytt at rinda stór endurgjøld. Tað eru ikki smápengar, men tøl í 100.000 kr. klassanum. Okkara skattakrónur, tær kundu farið betur. Býráðssamgongan seinastu
26 ár. Ætlanin við Bussleiðini var at fólk í størri mun fóru at nýta henda møguleika, fyri at minka um privatu bilferðsluna. Tað hevur verið trupult at vant fólk til at nýta tað almennu ferðsluna á veganetinum [...] samband við bussleiðina. T.d. styttri millum túrarnar. Børn og pensionistar koyra ókeypis. Eg veit væl, at hetta hevði kostað kommununi, men bert í fyrstu atløgu. Fyrimunirnir eru minni trýst á vegirnar, minni
Sjónvarpið hevði týskvøldið ein stubba um, at krúnprinsaparið kemur til Føroya á vitjan í 2005. Ætlandi er ferðin sett at vera seinast í juni mánaði. Sjónvarpið segði seg í gjár hava fingið tíðindini váttað [...] váttað, men tað er ikki eydnast Sosialinum at fáa hvørki váttað ella avsannað tíðindini. Tíansheldur at frætta meiri um ferðina. Men eftirsum krúnprinsaparið í summar var á vitjan í Grønlandi, saman við [...] við drotningaparinum, er kanska sannlíkt, at Mary krúnprinsessa í komandi ári skal sleppa at síggja seinasta partin av danska kongaríkinum, nevniliga Føroyar. Koma tey, verður hetta væntandi váttað í n
fekk blaðstjóran á Oyggjatíðindi at góðtaka treytirnar, sakførarin hjá landsstýrismanninum legði á fyri at sleppa undan rættarmáli. Blaðið avsannar í fríggjadagsútgávuni, at talan var um Jógvan við Keldu [...] Umframt játtar blaðstjórin at ganga undir ta treyt, sum sett er, at hann skal rinda kr. 10.000,- til neyðhjálpartiltakið hjá Reyða Krossi. Men blaðstjórin vil ikki viðganga, at søga varð tikin úr leysari
Uni R. Debes og Tróndur Enni at geva eina smakkiroynd av Jóansøkufestivalinum, tá teir fara at spæla á deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn Í morgin er seinasti møguleiki at keypa atgongumerki til jó [...] hetta fara atgongumerkini at kosta 250 kr. Atgongumerki til festivalin kunnu m.a. keypast á deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa, og í hesum sambandi fara Uni R. Debes og Tróndur Enni at geva eina smakkiroynd [...] d uppá Jóansøkufestivalin í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn. Har fara teir at spæla nakrar sangir frá kl. 15.00 til kl. 16.00.
Pengarnir, sum landið fær við at selja Føroya Banka, skulu goymast til verri tíðir. Landsstýrið hevur havt ætlanir um at brúka pengarnar frá bankasøluni til at gjalda skuld við, men nýggi landsstýrismaðurin [...] við Dag og Viku. Landsstýrismaðurin sigur, at hann væntar at fáa ein hampiligan prís fyri partabrøvini í Føroya Banka. Nevndin í Fíggingargrunninum og ráðgevar hennara ásettu prísin í gjár, men hann er ikki [...] aðurin í fíggjarmálum heldur, at pengarnir skulu ikki brúkast nú. -Pengarnir, sum landskassin fær fyri Føroya Banka, skulu leggjast til viks og brúkast, tá ringar tíðir verða, sigur Magni Laksáfoss við