Ein dystur

flogbóltur

Ein flogbóltsdystur er á skránni hóskvøldið.
Hesin verður í Gundadalshøllini, har Fleyr tekur móti KÍF, og tó at dysturin ikki hevur nakran týdning fyri oddastríðið, so fara báðir partar helst at leggja nógv fyri.
Fleyr endar uttan iva kappingarárið á niðasta plássinum, men skulu tær pynta eitt sindur um, so er møguleikin fyri hesum helst í hesum dystinum. KÍF fekk at kalla øll síni stig longu fyrstu umførini av kappingini, og spurningurin er so, hvørt tær nú kunnu vísa, at hóast laku úrslitini, so eiga tær ikki at metast sum veikasta liðið í deildini.
Dysturin er settur at byrja kl. 20.00.