Tað var tann 22. mars, at tvey flogfør av slagnum Boeing 767 mundu stoytt saman, men ikki fyrr enn í gjár bórust tíðindini.
Annað flogfarið var á veg til Ný Sælands, og tann ný sælendski flogskiparin segði í gjár, at tað var trygdarskipanini umborð á flogførunum fyri at takka, at tey ikki stoyttu saman. Hann segði, at flogførini vóru í somu hædd og á veg ímóti hvør øðrum. Tá nakrir fáir hundrað mettar vóru ímillum teirra, boðaðu trygdarskipaninar frá, og tað eydnaðist flogskiparunum at forða samanstoyti.
Sambært tí ný sælendska flogskiparanum var tað tað indonesiska eftirlitið, sum gjørdi eitt mistak.