Bussleiðin

Bussleiðin hjá Býráðnum skal økja frekvensin til at koyra hvørt 20 minut so at tænastan til nýtaran kann verða enn betur.

Johan Mortensen

Valevni fyri Tjóðveldisflokkin



Bussleiðin er ein kærkomin tænasta sum ikki kostar Býráðnum meira enn slakar 9 mió. og fær Býráðið umleið 30% aftur av kostnaðinum frá ferðaseðlagjaldinum.

Tað eru enn økir sum ikki hava buss samband, td., av Hamarinum á Argjum. Ætlanir eru at gera eina leið hagani kring Havnina sum við einum 20 min., frekvensi fer at bøta munandi um sambandi og nýtsluna av bussunum.

Ætlanir eru at gera ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum. Tað er umráðandi at hetta øki fær bussamband beinanvegin farið verður undir at grava út so at ikki verður sum á Norðastahornið sum ikki fekk bussamband fyrenn ár eftir at økið varð bygt.

Býráðið eigur at stuðla bussleiðini so at privata ferðslan minkar. Fleiri og fleiri og privatir bilar við dieselmotori koyra í Havnini við harav størri og størri dálking. Hetta kan ikki góðtakast útfrá einum »grønum sjónarmiði« og við heilsuni hjá borgarunum í huga.

Tað er átaluvert at Shell og Statoil ikki hava so reina dieselolju á sínum sølustøðum soleiðis at bussarnir kunnu nýta sokallaði umhvørvisfiltur, dieseloljan er snøgt sagt ov skitin! Hvat sigur Heilsufrøðisliga Starvsstovan til hetta mál ?

Tjoðveldisflokkurin vil stuðla bussunum.