Uni og Tróndur í Suðuroyar Sparikassa

Í morgin fara Uni R. Debes og Tróndur Enni at geva eina smakkiroynd av Jóansøkufestivalinum, tá teir fara at spæla á deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn Í morgin er seinasti møguleiki at keypa atgongumerki til jóansøkufestivalin fyri serprísin 190 kr. Eftir hetta fara atgongumerkini at kosta 250 kr.

 

Atgongumerki til festivalin kunnu m.a. keypast á deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa, og í hesum sambandi fara Uni R. Debes og Tróndur Enni at geva eina smakkiroynd uppá Jóansøkufestivalin í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn.

 

Har fara teir at spæla nakrar sangir frá kl. 15.00 til kl. 16.00.