Mistak endaði sum neyðhjálp

Tað var eitt mistak av Oyggjatíðindum at leggja Jógvan við Keldu undir at svara eini kontaktlýsing. Talan var um annan kommunalpolitikara i Klaksvík, sigur blaðið í fríggjadgsútgávuni

Hóttanin frá Jógvani við Keldu, landsstýrismanni, um stevning fekk blaðstjóran á Oyggjatíðindi at góðtaka treytirnar, sakførarin hjá landsstýrismanninum legði á fyri at sleppa undan rættarmáli.
Blaðið avsannar í fríggjadagsútgávuni, at talan var um Jógvan við Keldu, táverandi borgarstjóra í Klaksvík, sum svaraði eini kontaktlýsing frá eini kvinnu. Umframt játtar blaðstjórin at ganga undir ta treyt, sum sett er, at hann skal rinda kr. 10.000,- til neyðhjálpartiltakið hjá Reyða Krossi.
Men blaðstjórin vil ikki viðganga, at søga varð tikin úr leysari luft. Hann hevur nevnt skeivan mann, sigur hann, og navngevur í staðin annan fyrrverandi byráðspolitikara í Klaksvík.