Pengarnir, sum landið fær við at selja Føroya Banka, skulu goymast til verri tíðir. Landsstýrið hevur havt ætlanir um at brúka pengarnar frá bankasøluni til at gjalda skuld við, men nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur, at pengarnir skulu ikki brúkast nú.
-Pengarnir, sum landskassin fær fyri Føroya Banka, skulu leggjast til viks og brúkast, tá ringar tíðir verða, sigur Magni Laksáfoss við Dag og Viku.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann væntar at fáa ein hampiligan prís fyri partabrøvini í Føroya Banka. Nevndin í Fíggingargrunninum og ráðgevar hennara ásettu prísin í gjár, men hann er ikki almennur enn.