tíðindadeild ella tekniska deild og so framvegis, sigur kringvarpsstjórin. Tað nýggja er miðladeildin, sum er ein menningardeild, ið skal leggja strategiir og hugsa frameftir. Kringvarpsnevndin hevur arbeitt við [...] reint praktiskt ber til, eins og eg havi litið aftur á, hvussu farið hevur verið fram í teimum undanfarnju størvunum, eg havi verið í áður. Út frá tí gjørdi eg eitt upplegg, sum eg legði fyri leiðslu og [...] og starvsfólk, og sum tey so kjakaðust um og gjørdu viðmerkingar til, sigur Annika Mittún Jacobsen. Góð kapping Men hóast útvarpið og sjónvarpið formelt eru løgd saman í ein stovn, so eru miðlarnir reint
Løgmaður vísir til náttúruna sum orsøk til at tað gongur væl búskaparliga, og leggur dent á at avbjóðingin í framtíðini verður at vísa skynsemi. ? Vit hava fyrr upplivað ein løgmann, sum gav sær sjálvum æruna [...] ber illa til hjá mær at gera viðmerkingar beinleiðis til tað, sum fór fram á fundum, har eg ikki var hjástaddur, men fakta er, at tað liggur eitt tilboð frá dønum eftir samráðingarnar. Tí haldi eg tað vera [...] leggja kósina um. At løgmaður turkar samráðingarslitið upp á danir er ein lættur máti at koma uttanum at tað í veruleikunum fer ein innanhýsis telving fram í samgonguni. Men um sæð verður burtur frá partinum
framum 27-22. Samstundis spældi Jóhan Danielsen ein branddyst í StÍF-málinum. Neistamenn vóru fleiri ferðir púra leysir í skjótálopum, men Jóhan tók tað mesta, sum kom ímóti honum. Tá StÍF fór framum aðru ferð [...] einki stig hesaferð, men tað var nærri við enn tað leingi hevur verið. Alt liggur framvegis á seinasta dystinum móti KÍF, sum ivaleyst verður altavgerandi fyri, hvør sleppur at halda fram í 1. deild, og [...] sunnudagin. Tað skal nevnast, at í løtuni stendur meira upp á spæl hjá Neistanum enn hjá strandingum, sum bert kunnu gera sær vónir um silvurmerkini, nú fýra umfør eru eftir at spæla í landskappingini. Og
kongafiski, sum tey keypa frá føroyskum skipum úr Irmingarhavinum. Men í ár verður hesin studningur ikki latin. Og tað kemur illa við hjá teimum, sum keypa hendan kongafiskin. Tí tað vísir seg ikki sum um tey [...] hevði gjørt undurverk. ? Fyri ein slíkan prís, vænti eg, at vit høvdu valt tað tryggu loysnina og høvdu avreitt í Føroyum, heldur enn at selt á uppboði, tí tað er altíð ein ávís óvissa, sigur Sigurd Si [...] ? Tað er onki at ivast í, at hetta kemur at kosta okkum ein hóp av arbeiði. Á Føroya Fiskavirking siga tey, at tað kemur illa við, at kongafiskurin úr Irmingarhavinum ikki fær tann vanliga studningin í
mátar, landsstýrið kann stuðla marknaðarføringini hjá Smyril Line uppá. Ein máti er at lata teimum eina ávísa upphædd. Ein annar máti er at áleggja Ferðaráðnum at leggja serligan dent á bretska marknaðin [...] Men tað er eisini greitt, at eins og aðrir almennir stovnar, má Ferðaráðið laga seg eftir politiskum ynskjum. Hinvegin fara vit ikki at trýsta Ferðaráðið til nakað, sum tey fakliga halda vera óheppið [...] Tað er nú endaliga greitt, at landsstýrið hevur slept øllum sum líkist føstum ferðafólkasambandi ímillum Føroyar og Skotlands. Tað er greitt eftir at landsstýrið og Smyril Line komu ásamt um eina avtalu
stigið, sum hesar 55 kvinnurnar hava tikið. Samstundis var hetta startskotið til eina ætlan, ein sonevndan mini-banka, hagani hesar kvinnurnar hava fingið eitt lán til at byrja eina nýggja tilveru - sum ha [...] greitt frá innihaldinum í hesi, og sum allar hesar 55 kvinnurnar hava fingið í longri tíð. Orsøkin til hesa undirvísingina er fyrst og fremst at síggja í vandanum, sum HIV/AIDS er fyri tey afrikansku londini [...] rinið við kvinnurnar, og óttin fyri avleiðingunum av sjúkuni, hevur skapt ein áhuga fyri at fáa meiri at vita. Tí skipaði ein felagsskapur í Faatoma, m.a. saman við trúboðarafelagsskapinum MELM fyri u
endamálið, tí hon liggur ikki í íbúðarøki. Mín vón er, at dansiviðurskiftini hjá ungdóminum gerast nøktandi. Somuleiðis áttu stig at verið tikin til, at orða ein ungdómspoli-tikk fyri kommununa sum heild. Við [...] vitni til, tá hetta annars so friðarliga ítróttarøkið í vikuskiftum umskapast til tað ein best kann sammeta við ein vígvøll til út ímóti morgni. Dansurin endar kl. 3.30 og gangurin heldur ofta fram til [...] rúsdrekka, og at hesi somuleiðis seta met í mun til grannalond okkara hvat royking viðvíkur. Hetta fær meg sum granni hjá badminton-høllini í Gundadali í Havn at undrast á, hvar samanhangurin er millum tann í landinum
Sunnudagurin var ein dagur, sum føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen vil leggja aftur um seg sum skjótast. Hann var við frá byrjan, tá ið AaB spældi ein vánaligan dyst ímóti FC Nordsjælland og tapti [...] ímóti Brøndby. - Tað verður ein hørð uppgáva, men tað kann bera til at fáa nakað burtur úr dystinum, heldur Jón Rói Jacobsen. Hann vónar, at liðið kann venda skeivu gongdini sum skjótast. - Lagið er einki [...] innlegg var sent inn ímóti AaB-málinum, og har hevði Jón Rói eftir øllum at døma høvdið á bóltinum, sum streyk í málið til 2-1 til FC Nordsjælland. - Eg haldi, at eg líka snittaði bóltin, og eg má taka mín
"heppið" avrik. At eitt áhaldandi tógvið stríð liggur aftanfyri prógva øll listaverkini, sum hanga í listaskálanum hesar dagarnar. Men onkursvegna tykist tað sum, hetta stríðið er mest skipað hjá ungu lis [...] friðloysi, sum nærum etur seg inn í teg. Tey 7 listaverkini hjá Jens D. Frederiksen fevna víða í tíð og stað. Frá variasjónum yvir keltisku trúnna og fjøruna til hugtakið "Snail Mail", avmyndað sum gomul frímerki [...] "Gávur eru ymiskar, onkur hevur eina serliga æðr og ein kann hava meir at oysa av enn annar. Men einans áhaldandi tógvið stríð við form, lit, striku - ella orð, ljóð, ljós og rørslu - kann geva vónir um
m, sum skjýtur upp at seta eina nýggja grein í sjálvt standardloyvi, ið áleggur oljufeløgunum at brúka Suðuroynna til útgerðarhavn. Hitt uppskotið er frá javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum, sum skjóta [...] Suðuroynni útgerðarhavnin liggur. Her eru møguleikar bæði á Drelnesi og í Vági. Hann vísir á, at kommunan í Vági hevur longu tøkt eitt stórt øki til komandi oljuvirksemi, eins og kommunan á Tvøroyri hevur [...] skal vera. Hitt broytingaruppskotið, sum sambands- og javnaðarumboðið í Vinnunevndini leggja fram í felag, snýr seg um at fáa eina optión við í lógina. Tvs. at ein grein skal tryggja, at landið skal eiga