Betri tilboð til kundan

Nýggi kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, sigur við Rás2, at við bygnaðarbroytingunum roknar hon við, at teir tríggir miðlarnir hjá almenna kringvarpinum fara at kunna bjóða hyggjarum, hoyrarum og lesarum eina enn betri tænastu

Nú seks nýggir deildarleiðarir eru settur í Kringvarpi Føroya er áhugavert at vita, hvat fer at henda í kringvarpinum. Kári Mikkelsen hevur tosað við Anniku Mittún Jacobsen og spurt, hvussu vit koma at merkja broytingarnar.

Fyrst skulu vit koma at kenna hvønn annan. Nýggju deildarleiðararnir fara í fyrsta umfari at tosa við sínar deildir og finna fram til, hvussu tey leggja arbeiðið til rættis frameftir. Fina út av, hvar er møguligt og hvat ber til, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Arbeiðið hjá henni hevur verið at fullført ætlaðu samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi.

Síðani eg tók við havi eg arbeitt við at fullført samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi. Tað nýggja er, at alt er lagt saman í eitt, tað vil siga eina deild fyri bæði útvarp og sjónvarp, tað verið seg tíðindadeild ella tekniska deild og so framvegis, sigur kringvarpsstjórin.

Tað nýggja er miðladeildin, sum er ein menningardeild, ið skal leggja strategiir og hugsa frameftir.

Kringvarpsnevndin hevur arbeitt við málinum saman við fyrrverandi stjóranum. Tað havi eg hugt eftir og mett um, hvat reint praktiskt ber til, eins og eg havi litið aftur á, hvussu farið hevur verið fram í teimum undanfarnju størvunum, eg havi verið í áður. Út frá tí gjørdi eg eitt upplegg, sum eg legði fyri leiðslu og starvsfólk, og sum tey so kjakaðust um og gjørdu viðmerkingar til, sigur Annika Mittún Jacobsen.

 

Góð kapping

Men hóast útvarpið og sjónvarpið formelt eru løgd saman í ein stovn, so eru miðlarnir reint fysiskt skiltir at. Tað hevur ljóðað, at tíðindadeildin øll skuldi flyta oman í Vørðsluna.

Vit skulu jú øll enda her í Sortudýki, men hvussu tíðindadeildin verður skipað, er heilt upp til nýggja tíðindaleiðaran. Men tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, at tíðindadeildin fysiskt situr saman, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Hon óttast ikki fyri, at samansjóðingin av tíðindadeildini fer at merkja minni kapping á økinum.

Eg haldi, at tað hevur verið góð kapping á tíðindaøkinum síðani nýggja kringvarpslógin kom í gildi. Og vit fara framvegis at hava tríggjar tíðindaeindir, útvarp, sjónvarp og internetið, sigur kringvarpsstjórin.

Fleiri politikarar løgdu dent á, at talan framvegis skuldi verða um tvær atskyldar tíðindadeildir, tá uppskotið um at leggja útvarpið og sjónvarpið skuldu leggja saman skuldi samtykkjast.

Mann hevur valt at seta ein stjóra fyri báðar miðlarnar, og talan verður um fleiri redaktiónir. So tað vænti eg ikki verður nakar trupulleiki, sigur Annika Mittún Jacobsen.

 

Betri umstøður

Tað liggur í kortunum , at byggjast skal upp í verandi útvarpshús í Sortudýki, og kringvarpsstjórin vónar, at peningur verður settur av á fíggjarlógini í ár, so byrjast kann upp á arbeiðið.

Tað kann væntast, at tað ganga eini tvey til trý ár frá tí at arbeiðið byrjar, til bygningurin er klárur at flyta inn í. Men eg rokni við, at tann dagurin upprennur innan fyri tey fimm árini, sum eg eri settur sum kringvarpsstjóri, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Men eitt er at hava karmarnar í lagi, onkur skal eisini verða at fylla teir út.

Kringvarpsgjaldið stendur í stað, meðan lønirnar alsamt vaksa, so tað verður etið burtur av starvsfólkatalinum. Vit eru nú 20 færri starvsfólk í dag í mun til 2004, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Men hon er kortini bjartskygd, tá talan er um framtíðina.

Vit fremja bygnaðarbroytingar, og eg rokni við, at vit fara at kunna bjóða hyggjarum, hoyrarum og lesarum eitt enn betri tilboð, sigur kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen.