Vilja hava optión við

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava almenna optión við í útbjóðingarlóg. Javnfl. vil eisini hava oljuútgerðarhavn í Suðuroy við

Jan Müller


Tá Vinnunevndin týsdagin í næstu viku fer at leggja álit fram í málinum um útbjóðing til oljuleiting á landgrunninum verða tvey broytingaruppskot løgd fyri tingið. Annað er frá Javnaðarflokkinum, sum skjýtur upp at seta eina nýggja grein í sjálvt standardloyvi, ið áleggur oljufeløgunum at brúka Suðuroynna til útgerðarhavn. Hitt uppskotið er frá javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum, sum skjóta upp at fáa eina nýggja grein við í sjálva lógina um eina almenna optión. Tvs. at ístaðin fyri at koma við einum landsoljufelag beinanvegin, so tryggjar tað almenna sær rætt til so og so nógv % í øllum fundum.

Heine O Heinesen, formaður í Vinnunevndini sigur, at allir flokkarnir annars eru samdir um innihaldið í sjálvum lógaruppskotinum til 1. útbjóðing. Hann ivast annars í, um broytingaruppskotini fara at fáa meiriluta í tinginum.

Henrik Old, umboð javnaðarfloksins í Vinnunevndini sigur seg vera nøgdan við uppskotið til 1. útbjóðing, men hann heldur neyðugt er við onkrum ískoytum.

Sjálvur metir hann tað vera sera umráðandi at fáa við í standardloyvini, ið skulu latast oljufeløgum, sum skulu bora eftir olju, at tey skulu brúka eina havn í Suðuroynni til útgerðarhavn. -Hóast virksemi kanska verður avmarkað í leitingartíðini, so hevur tað eftir okkara meting sera stóran týdning fyri framtíðar virksemi, hvar byrjað verður. Vit vita av royndum, at verður t.d. virksemi savnað í t.d. miðsteðarøkinum, so verður ringt seinni at broyta hetta. Tí skjóta vit upp at seta í standardloyvini, at oljuútgerðarhavnin skal liggja í Suðuroynni.

Tingmaðurin sigur, at tað er ikki so avgerandi, hvat í Suðuroynni útgerðarhavnin liggur. Her eru møguleikar bæði á Drelnesi og í Vági. Hann vísir á, at kommunan í Vági hevur longu tøkt eitt stórt øki til komandi oljuvirksemi, eins og kommunan á Tvøroyri hevur peikað á Drelnes.

Uppá fyrispurning um hann væntar, at uppskotið fer at vinna frama í tinginum, nú fleiri tingmenn hava sagt seg vera ímóti at fáa við í lógina, hvar útgerðarhavnin skal liggja, sigur Henrik Old, at góður møguleiki skuldi verið fyri at fingið hetta samtykt. Verður tað kortini felt, so metir tingmaðurin ikki, at nakað mistak er gjørt. Tí tá stendur framvegis opið, hvar útgerðarhavnin skal vera.

Hitt broytingaruppskotið, sum sambands- og javnaðarumboðið í Vinnunevndini leggja fram í felag, snýr seg um at fáa eina optión við í lógina. Tvs. at ein grein skal tryggja, at landið skal eiga lut í øllum framtíðar fundum. Higartil hevur verið nevnt, at parturin hjá landskassanum skal vera kanska 5%, men er vilja uppskotstillararnir heldur leggja seg millum 1 og 5%. Henrik Old sigur, at tað kanska er rættari at leggja seg eftir einum lægri prosenti, tí tá slepst helst undan at gera aðrar justeringar í oljuskattinum annars. Umboð fyri føroysku oljumyndugleikarnar hava nevniliga ávara ímóti at pilka ov nógv við treytirnar, ið settar verða oljufeløgunum. Tí verður t.d. ein optión uppá 5% tikin við, so verður neyðugt at lækka krøvini onkra aðrastaðni.

Tað sær tí ikki mætari út enn, at umboðini í Vinnunevndini, sum vilja hava optiónina við, halda tað vera í lagi at spæla út við einum heilt lágum prosentsatsi fyri harvið at sleppa undan at avlaga restina av oljuskattaskipanini.

Nú um dagarnar vóru umboð fyri Oljumálastýrið á fundi í Vinnunevndini, har tey greiddu frá avleiðingunum, um t.d. ein optión uppá 5% verður tikin við í lógina.