StÍF slapp við skrekkinum

Hondbóltur: Neistin mundi tikið StÍF fullkomiliga á bóli

Í seinastu viku skrivaðu vit, at Neistin líktist einum 2. deildarliði, men tað gjørdu teir so ikki ? í løtum ? móti StÍF á Skála sunnudagin.

Tað skal nevnast, at í løtuni stendur meira upp á spæl hjá Neistanum enn hjá strandingum, sum bert kunnu gera sær vónir um silvurmerkini, nú fýra umfør eru eftir at spæla í landskappingini.

Og tað sást eisini, at StÍF tók rímiliga lætt upp á uppgávuna fyrstu løturnar í dystinum móti botnliðnum úr Havn. StÍF kom leikandi lætt upp á 9-3 og seinni 11-5, og alt sá út til at fara at ganga sum væntað. Men so steðgaðu strandingar upp, og Neistin fór at spæla rættiliga væl móti endanum av hálvleikinum. Við Kára Mortensen og Karl Oddmar Rasmussen á odda pilkaðu teir nógv av StÍF-leiðsluni áðrenn steðgin, so støðan í hálvleikinum var 15-13 til StÍF.

Nógv roknaðu við, at strandingar fóru at taka seg saman í seinna hálvleiki, og at Neistin fór at missa luftina, men hvørki av hesum hendi.

Neistamenn hildu fram við góða spælinum, meðan StÍF-liðið týðiliga var tikið á bóli. Artur Johansen varð mansvardur so at siga allan dystin, og strandingar høvdu eitt sindur trupult við at vera hann fyriuttan í álopsspælinum. Artur gjørdi einki mál í seinna hálvleiki. John Petersen, sum dagin fyri var komin aftur av venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum í Spania, var væl fyri og var umframt Artur einasta veruliga skothóttanin á StÍF-liðnum. Eitt sindur av undirmetan av mótstøðuliðnum hevur ivaleyst eisini spælt sín part, og tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, tók Neistin leiðsluna fyri fyrstu ferð síðani í byrjanini av dystinum. Strandingar fóru at smáskeldast sínámillum, og ein sensatión lá í luftini.


Pole og Jóhan

Men StÍF kom fyri seg, og tað var fyrst og fremst tveimum monnum fyri at takka: Pola Hansen og Jóhan Danielsen. Frá støðuni 19-19, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, gjørdi Pole Hansen næstu 12 minuttirnar seks mál, og hesa løtuna fór StÍF framum 27-22. Samstundis spældi Jóhan Danielsen ein branddyst í StÍF-málinum. Neistamenn vóru fleiri ferðir púra leysir í skjótálopum, men Jóhan tók tað mesta, sum kom ímóti honum. Tá StÍF fór framum aðru ferð, var ov lítil tíð eftir hjá Neistanum til at gera enn ein vørr, og strandingar sluppu við skrekkinum hesaferð. Men Neistin gav greið tekin um, at liðið veruliga kann spæla væl og gera nøkur mál. Teir fingu heldur einki stig hesaferð, men tað var nærri við enn tað leingi hevur verið. Alt liggur framvegis á seinasta dystinum móti KÍF, sum ivaleyst verður altavgerandi fyri, hvør sleppur at halda fram í 1. deild, og hvør fer niður í 2. deild.

StÍF vann, tá avtornaði, við tíggju málum, men tá sjey minuttir vóru eftir, vóru bert tvey mál á muni, so endaliga úrslitið er eitt sindur misvísandi ? munurin var ikki so stórur. Strandingar kappast framvegis við H71 um silvurið. H71 og StÍF hava framvegis ein dyst eftir at spæla móti hvørjumøðrum. Tað verður í Havn sunnudagin 15. mars.


1. deild menn:

StÍF-Neistin 33-23 (15-13)

StÍF: Pole Hansen 7, John Petersen 6, Alexandur Johansen 5, Artur Johansen 4, Sveinbjørn Poulsen 4, Jónleif Sólsker 4, Agnar Højgaard 3.

Neistin: Kári Mortensen 8, Karl Oddmar Rasmussen 6, Jákup Sverri Kass 3, Jan Niclasen 2, Finnur Petersen 2, Teitur Samuelsen 2.

Útvísingar: StÍF 4, Neistin 5.