Tað er nú endaliga greitt, at landsstýrið hevur slept øllum sum líkist føstum ferðafólkasambandi ímillum Føroyar og Skotlands.
Tað er greitt eftir at landsstýrið og Smyril Line komu ásamt um eina avtalu.
Smyril Line hevur gjørt av at taka upp siglingina ímillum Føroyar og Hetlands uppaftur komandi summar.
Í tí sambandi setti reiðaríið seg í samband við landsstýrið at tryggja sær, at landsstýrið ikki fór í holt við nakað, sum kom í kapping við nýggju rutuna og gjørdi møguleikarnar hjá Smyril Line verri.
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, er burtustaddur, men Sigmund Isfeld, fulltrúði á samferðsludeildini, sigur, at landsstýrið hevur lovað Smyril Line, at tað skal fáa frið at røkja rutuna og at landsstýrið skal ikki fara undir nakað tiltak, sum førir til kapping við Smyril Line.
Hinvegin hevur landsstýrið ikki bundið seg til at átaka sær møguligt undirskot av rutuni.
Landsstýrið hevur lovað at geva Smyril Line frið at røkja siglingina tí vit halda, at tað er gagnligt fyri føroysku ferðavinnuna, at hetta sambandið verður tikið uppaftur.
Men afturfyri at Smyril Line bjóðaði sær at taka upp aftur sambandið við Hetlands, uttan fíggjarliga trygd úr landskassanum, spurdi reiðaríið um tað ikki var møguligt at fáa stuðul úr landsstýrinum til marknaðarføring.
Og tað hevur landsstýrið játtað, sigur Sigmund Isfeld.
Men hann sigur, at eingin upphædd er ásett, og tað er heldur ikki gjørt av, hvussu hesin stuðul skal latast.
Hann sigur, at eingin skrivlig avtala er ímillum partarnar.
Nógvir mátar
Sigmund Isfeld sigur, at tað eru nógvir mátar, landsstýrið kann stuðla marknaðarføringini hjá Smyril Line uppá.
Ein máti er at lata teimum eina ávísa upphædd.
Ein annar máti er at áleggja Ferðaráðnum at leggja serligan dent á bretska marknaðin. Ivaleyst er onkur annar máti eisini.
Er hetta ikki at leggja seg út í arbeiðið hjá Ferðaráðnum?
Jú, tað er greitt at landsstýrið skal vara seg fyri at leggja seg út í arbeiðið hjá almennum stovnum. Men tað er eisini greitt, at eins og aðrir almennir stovnar, má Ferðaráðið laga seg eftir politiskum ynskjum.
Hinvegin fara vit ikki at trýsta Ferðaráðið til nakað, sum tey fakliga halda vera óheppið. Vit hava sera gott samstarv við Ferðaráðið, so eg ivist onga løtu í, at vit hetta málið fer ikki at koma tvørt fyri.
Tað má takast upp
Men hvat hendir nú um onnur taka ferðafólkasamband upp við Skotland. Kunnu tey so eisini vænta sær almennan stuðul til marknaðarføring?
Tað vil eg ikki gera viðmerkingar til. Tað er sjálvandi ikki óhugsandi, at tey fara at venda sær til landsstýrið ov vísa til avtaluna við Smyril Line. Men tað má so viðgerast sum eitt mál fyri seg.
Nú landsstýrið hevur tikið hetta stigið saman við Smyril Line, eru so ikki allir møguleikar útihýstir fyri nakrantí at taka beinleiðis sjóvegis sambandið við Skotland uppaftur?
Nú hevur landsstýrið latið hesa siglingarleið uppí hendurnar á Smyril Line og lova teimum arbeiðsfrið.
Í tí liggur so onnur sigling kemur ikki uppá tal. Men hvat kann koma uppá tal av flúgving skal eg lata vera ósagt nú, sigur fulltrúðin í Tinganesi.
Ætlanin er at seta eina samferðslunevnd at endavenda og viðgera allar samferðsluspurningar innanlands og uttanlands, og at leggja eina framtíðarætlan. Hevði tað ikki verið rættari hjá landsstýrinum at bíða til nevndin var liðug?
Jú tað besta hevði verið, at tað arbeiðið var liðugt. Men nevndararbeiðið er sera umfatandi og fer kanska at taka fleiri ár.
Og tað er ein spurningur um vit kunnu bíða, tí Norrøna skal byrja komandi summar og nevndin kann ikki greiða allar spurningar í einum, sigur Sigmund Isfeld.