Orðini hjá løgmanni í nýggjársrøðu síni, um at vit øll skulu liva í hesum landinum, eisini eftir komandi fólkaatkvøðuna um fullveldisætlanina hjá samgonguni fáa góða móttøku hjá Jóannesi Eidesgaard.
? Eg má siga, at mær dámdi sera væl endan á røðuni, har løgmaður tosar um hvussu umráðandi tað er ikki at seta kílar millum fólkið. Fyri mær er júst hetta, at fólk verða býtt sundur í tveir ella fleiri partar, eitt tað størsta vandamálið í føroyskum politikki í løtuni.
Men meðan formaður Javnaðarfloksins er nøgdur við orð løgmanns, so bíðar hann enn eftir gerðunum frá landsins politiska leiðara.
? Eitt er at hann heitir á fólki um at forða fyri spjaðing og klandri, men eg haldi at vit onnur nú mugu krevja av løgmanni, at hann sjálvur gongur undan og vísir í verki, at hetta ikki bert eru vøkur orð.
Tað kundi løgmaður sambært Jóannesi Eidesgaard passaliga gjørt við at arbeiða fyri einari breiðari politiskari semju um framtíðarstøðu Føroya.
? Enn hava vit ikki sæð nøkur greið tekin um at samgongan vil sameina føroyingar, men eftir løgmannsrøðuni at døma er samgongan við at hálsa um, so lat okkum nú geva løgmanni ein mánað ella so og síggja hvat tað verður til, heldur Jóannes Eidesgaard.
Fer ov illa við dønum
Formaður Javnaðarfloksins var staddur í Danmark á nýggjárinum, og upplivdi har at Danmarks Radio endurgav løgmann fyri at siga at danska samráðingarnevndin ferð eftir ferð hevði brotið avtalur undir samráðingunum um framtíðarstøðu Føroya.
Hesi heldur hvøssu orðini og pástandurin í røðuni um at danir noktaðu at fylgja vanligum samráðingarreglum skurra eitt sindur oyrunum á Jóannesi Eidesgaard.
? Nú veit eg ikki hvørjar samráðingarreglur løgmaður sipar til og tað ber illa til hjá mær at gera viðmerkingar beinleiðis til tað, sum fór fram á fundum, har eg ikki var hjástaddur, men fakta er, at tað liggur eitt tilboð frá dønum eftir samráðingarnar. Tí haldi eg tað vera skeivt av løgmanni at fyrigykla fyri fólkinum, at danir royna at forða føroyingum í at loysa. Tað er jú ikki í trá við veruleikan. Støðan er heldur tann, at løgmaður situr eftir við einum samráðingarúrsliti, sum hann ikki torir at standa við og leggja fram fyri føroyingar.
Krokudillutár frá løgmanni
Løgmaður segði í nýggjársrøðu síni, at skuldu aldargomul rættindi hjá føroysku tjóðini ikki missast, var einki annað at gera, enn at fara frá samráðingarborðinum.
Hetta trýr Jóannes Eidesgaard lítið uppá.
? Tað er bestemt ikki vanligt at vera verri fyri eftir at hava samráðst, og um hatta veruliga var støðan, so hevur onkur klokka alvorliga í tí.
Fyri Jóannes Eidesgaard líkjast orðini mest einari burturforkláring av samráðingarslitinum, sum mest av øllum líkist krokodillutárum.
? Veruleikin er at bæði Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin eru innarliga fegnir um, at teir nú fingu høvi til at leggja kósina um. At løgmaður turkar samráðingarslitið upp á danir er ein lættur máti at koma uttanum at tað í veruleikunum fer ein innanhýsis telving fram í samgonguni.
Men um sæð verður burtur frá partinum um samráðingarnar við danir, er Jóannes Eidesgaard væl nøgdur við løgmansrøðuna. Løgmaður vísir til náttúruna sum orsøk til at tað gongur væl búskaparliga, og leggur dent á at avbjóðingin í framtíðini verður at vísa skynsemi.
? Vit hava fyrr upplivað ein løgmann, sum gav sær sjálvum æruna av at fiskurin var komin aftur á grunnarnar, so í mun til tað, er sitandi løgmaður realistiskur, og tað dámar mær væl, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.










