Várframsýningin 2004: Ungt forvitni

Ungt listarligt forvitni ger tað høgt til loft og vítt til veggja á Várframsýningini í ár

"Gávur eru ymiskar, onkur hevur eina serliga æðr og ein kann hava meir at oysa av enn annar. Men einans áhaldandi tógvið stríð við form, lit, striku - ella orð, ljóð, ljós og rørslu - kann geva vónir um at náa so langt, at talast kann um list." Soleiðis hugleiðir Bárður Jákupson í tekstinum til framsýningarskránna, har hann roynir at varpa ljós á onki minni enn spurningin "Hvat er list?"
Listarlig leitan
Tey 20 listafólkini og umleið 100 listaverkini, ið eru sloppin við, eru so eitt boð uppá eitt ógvuliga fjølbroytt svar. Men tað er serliga tað yngra ættarliðið, ið løðir huglagið í Listaskálanum hesar dagarnar við síni listarligu leitan og forvitnisliga fjølbroytni.
Fríða Brekku er ein av teimum, ið er við fyri fyrstu ferð. Skeivu skeringarnar flyta eitt annars vanligt fokus frá myndevninum og lata upp fyri eini óendaligari variatión av teimum trimum naturalistisku vatnlitsmyndunum av seyði og seyðaull. Myndirnar hjá Fríðu eru smáar og høvdu ivaleyst komið betri til sín rætt onkra aðrastaðni. Men tá tú fyrst hevur varnast tær, eru hetta ikki myndir, tú sleppur alt fyri eitt.
Á næsta horni hevur enn eitt nýtt navn fingið pláss, og Andy Warhollíknandi poppartstílurin hjá Andreu Falkvard smæðist ikki burtur - hvørki í stødd ella úttrykki. Harðligu strikurnar og skríggjandi litirnir mana fram tvey andlit undir heitunum "Vøka" og "Longsul" við einum friðloysi, sum nærum etur seg inn í teg.
Tey 7 listaverkini hjá Jens D. Frederiksen fevna víða í tíð og stað. Frá variasjónum yvir keltisku trúnna og fjøruna til hugtakið "Snail Mail", avmyndað sum gomul frímerki, klistrað inn í eina rammu. "Ymiskt tilfar" stendur at lesa í skránni, tí talan er mest um kollagur av rekaviði, gomlum rustaðum jarni savnað í einum djúpum bláum liti, sum gevur tær eina kenslu av tíðar- og staðarligum endaloysi.
"Áhaldandi tógvið stríð"
Eitt av krøvunum fyri at vera við á Várframsýningin var, at listfólkini lótu inn fleiri verk. Hetta fyri at dómsnevndin betri kundi meta, um talan var um veruligar listarligar gávur og ikki bara eitt tilvildarligt "heppið" avrik. At eitt áhaldandi tógvið stríð liggur aftanfyri prógva øll listaverkini, sum hanga í listaskálanum hesar dagarnar. Men onkursvegna tykist tað sum, hetta stríðið er mest skipað hjá ungu listakvinnuni Ása Rannvá Svennson. Her er tað sjálv skapanargongdin, ið hugtekur mest í eini áhaldandi røð av royndum við litum og strikum. Uttan at taka nakað frá nøkrum av hinum, havi eg varhugan av, hesar 8 myndirnar hjá Ásu bert umboða ein brotpart av tí listarliga hugflogi og tekniska neyvleika, ið tær eru úrslit av.
Skeivt høvi
Áðrenn Várframsýningin lat upp seinasta fríggjadag vóru røddir frammi um, at framsýningin tóktist at hava mist sítt endamál úr eygsjón. Dómsnevndin hevði nevniliga umhugsað at slept framsýningini heilt ella broyta hana onkursvegna, tí yrkislistafólk ikki høvdu sýnt henni nóg stóran áhuga.
Um tiltakið ikki virkar eftir ætlan, er sjálvandi altíð vert at umhugsa broytingar. Men dagarnir, beint áðrenn framsýningin lat upp, var neyvan best valda høvið at lufta hesar tankar alment. Tú fekk varhugan av, at Várframsýningin í ár í besta føri var næstbesta loysn ella at hesi listafólkini bert vóru við, tí ov lítið var at velja ímillum. Slíkt stimbrar ongan - hvørki komandi listafólk ella tey vitjandi. Og tað er spell, tí uttan mun til um tú hevur skil fyri list ella ikki gevur Várframsýningin í ár ein greiða ábending um, at ung føroysk listafólk onki missa við ikki at verða samanborin við listarliga siðvenju. Kanska tvørturímóti.