ígjárakvøldið helt hann fyri, at føroyingar hava eitt sterkt og vælspælandi lið, men hann hevði væntað, at álendsku kvinnurnar kundu givið føroyska liðnum meira mótstøðu. Hann helt, at virðingin fyri føroyska [...] Álandi, Ålandstidningen viðurkenna, at álendsku kvinnurnar taptu ímóti einum sterkum, føroyskum kvinnulandsliðið í flogbólti. Kringvarpið á Álandi skrivar reint sagt, at Føroyar høvdu dirigentstokkin í øllum [...] Ålandstidingen staðfestir, at sigurstokið hjá Álandi steðgaði upp, tá tær møttu sterka føroyska liðnum. Erika Boman, sum spælir við Álandi sigur í samrøðu við álendska kringvarpið, at tær vóru heldur spentar
Jersey, at tað er ein luft av sjálvsáliti yvir teimum, sum reika fyri oyggjaleikunum á Jersey, og fyrireikararnir vóna, at fólkið á Jersey tekur væl undir við leikunum. Phil Austin vónar ikki, at veðrið [...] veðrið fer at arga, serliga sæð í ljósinum av, at íðkararnir hjá Gotlandi lenda ikki á Jersey fyrrenn klokkan 17.30 í dag, bert hálvanannan tíma áðrenn leikirnir verða settir. BBC Jersey staðfestir eisini, at [...] at ein nýggj ferja siglir millum Jersey og franska meginlandið. Ferjan hevur havt tekniskar trupuleikar, sum hava elvt til nógvar seinkingar. Oyggjaleika-fyrireikararnir vóna ikki, at tað verða nakrar
til Eysturgrønlands nakrar dagar fyri ólavsøku, og ætlanin var at leggja veiðina upp í Íslandi. Heimasíðan hjá Norðlýsinum veit at siga, at Klakkur, sum annars hevur havt eitt gott fiskiár í ár, nú hevði [...] meðan ymiskt er gjørt við skipið. In.fo kann leggja aftrat, at Klakkur fyrst í hesum árinum var á Flemish Kap og fiskaði tosk, og tað hevur ljóðað, at skip og manning fiskaðu fyri einar 10 miljónir krónur á [...] 16-18 miljónir krónur um árið. Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd, veit at siga, at skipari á Klakki henda túrin er Líggjas Johannesen, og við skipinum á túrinum til Eysturgrønlands eru 16 mans.
skrásett. Grind var at síggja um alt kanningarøkið, og fyribils verður mett, at meira var at síggja hesiferð enn undanfarnu tvær teljingarnar. Sum nakað nýtt var ein drona nýtt at filma bólkar av grind [...] grind við. Endamálið var at vita, um upptøkurnar kundu eftirmeta neyvleika hjá eygleiðaranum at meta um stødd á grindabólkum. Einir átta bólkar vóru filmaðir, men enn væntar at viðgera upptøkurnar. Hetta skrivar [...] skipað fyri hvalateljingum í egnum og altjóða sjóøki í summar. Úrslitini frá øllum teljingunum koma nú at verða samskipað og viðgjørd í einum NAMMCO arbeiðsbólki, har stovnsmetingar verða gjørdar av grind
við har bátarnir koma á mál, skrivar áhugafelagið í tíðindaskrivi. Tað er einki at siga til, at tað kann vera torført at halda áhugan hjá yngstu børnunum gjøgnum ein heilan kappróður, og tí munnu tað vera [...] hugskotinum hjá áhugafelagnum ólavsøkuróður vælkomnum, at skipa fyri einum spæliplássi nærindis máløkinum. Tað sermerkta við hesum spæliplássinum er, at her verður eingin elektrisitetur nýttur. - Í Homlulandi [...] kappróðurin eisini, og í Homlulandi eru tí kappróðrarbátar til børnini at rógva í, og nøvn standa á lutunum í einum av bátunum, so at børn og vaksin kunnu læra seg saman. - Júst sum í føroyska bátinum er
verið í Føroya rætti í dag. Endamálið við fundinum var at taka støðu til, um løgreglan hevði heimild at handtaka Sea Shepherd limirnar, umframt at leggja hald bátin og annað tilfar, tá grindadráp var í [...] Marianne Baldo, Italia, ið vórðu tikin á sjónum. Dómarin metti, at løgreglan hevði borið seg rætt at, og gav eisini ákæruvaldinum loyvi at kanna tær upptøkur, ið tey høvdu fingið fatur á. Talan er um eitt [...] dómaran um loyvi til at kanna tað videotilfar, ið løgreglan hevði lagt hald á. Tey handtiknu verða øll ákærd fyri brot á grindalógina. Verjin hjá teimum ákærdu, Jógvan Páll Lassen, upplýsti, at tey ákærdu øll
fyri at fáa sigursmálið, men millum annað ein framúr bjarging frá Rana D. Johannesen í málinum hjá FC Suðuroy gjørdi, at tað ikki eydnaðist heimaliðnum at vinna favorittsigurin. Úrslitið merkir, at HB framvegis [...] HB tykist av álvara at verið dragnað í oddastríðnum. Tað eydnaðist ikki heimaliðnum at vinna ólavsøkulandskappingardystin ímóti FC Suðuroy. Dysturin endaði 0-0, og talan var um eitt uppiborið stig til [...] nir skaptu fleiri góðar støður allan dystin á tamb, men størsta møguleikan fingu teir beint eftir, at seinni hálvleikur var byrjaður. Jógvan Rói Davidsen hjá HB gjørdi brotsspark og varð útvístur. Jón
sáttmálan við AaB Heimasíðan hjá AaB boðar frá, at Gilli heldur fram at vera nummar 15, men tað kemur ikki longur at standa “Sørensen” á rygginum. Heldur kemur at standa “Rólantsson”, sum er millumnavnið hjá [...] men so hvørt eg fekk sjálvsálit eri eg sannførdur um at mín tíð nokk skal koma. Málið er sjálvandi at fáa meiri spælitíð og eg eri svangur eftir at vísa mítt virðið fyri nýggja venjaranum, Lars Søndergaard [...] hjá Gilla. Sjálvur er Gilli fegin um nýggja sáttmálan. - Eg veit, at AaB trýr upp á meg. Eg eri sera fegin um nýggja sáttmálan við hetta felagið, sum hevur so fantastiskt samanhald, sigur Gilli við heimasíðuna
lagt upp fyri, at lønirnar vanliga eru hægri í desember enn í januar. Hagstovan sigur, at rákið er fallandi og í løtuni er mánaðarliga broytingin 0,2%. - Vit skulu aftur til juli 2013 fyri at síggja eina [...] er tó, at í juli 2013 var rákið hækkandi. Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, eitt nú afturvendandi sveiggið í virkseminum ímillum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at tað ber [...] ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Tá ið hugt verður eftir rákinum, er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi
breið semja um, at vit eiga at fjálga um ungdómin í býnum. Her kunnu vit menna teir best hugsandi karmarnar, segði Helena Dam á Neystabø. Hon boðaði eisini frá, at avgerð er tikin um at umvæla skúlan, og [...] Hon legði dent á, at skúlin fór ikki í søguna, hóast hetta hátíðarhald, og at mentanarnevndin hevur sett hol á kjakið um, hvør framtíðin hjá skúlanum verður. - Avgerð er tikin um, at her skal vera eitt [...] farin í søguna, so sum vit kenna hann í dag. Á almennum hátíðarhaldi hósmorgunin var gjørt vart við, at gamlaárskvøld verður síðsti dagurin hjá Kommunuskúlanum, tí 1. januar verður hann lagdur saman við