Gilli Rólantsson Sørensen hevur í dag longt sáttmálan við AaB, so samstarvið heldur fram til 30. juni 2018. Sostatt er talan um ein trý ára sáttmála.
Les eisini: Gilli longt sáttmálan við AaB
Heimasíðan hjá AaB boðar frá, at Gilli heldur fram at vera nummar 15, men tað kemur ikki longur at standa “Sørensen” á rygginum. Heldur kemur at standa “Rólantsson”, sum er millumnavnið hjá Gilla.
Sjálvur er Gilli fegin um nýggja sáttmálan.
- Eg veit, at AaB trýr upp á meg. Eg eri sera fegin um nýggja sáttmálan við hetta felagið, sum hevur so fantastiskt samanhald, sigur Gilli við heimasíðuna hjá Aab.
Gilli hevði ávísar trupulleikar í byrjanini orsaka av skaðum.
- Byrjanin í felagnum var eitt sindur óheppin, men so hvørt eg fekk sjálvsálit eri eg sannførdur um at mín tíð nokk skal koma. Málið er sjálvandi at fáa meiri spælitíð og eg eri svangur eftir at vísa mítt virðið fyri nýggja venjaranum, Lars Søndergaard, sigur Gilli Sørensen við heimasíðuna hjá AaB.
Gilli skifti um ársskiftið 2013-2014 til AaB frá B36.