Bæði kringvarpið á Álandi og størsta tíðindablaðið á Álandi, Ålandstidningen viðurkenna, at álendsku kvinnurnar taptu ímóti einum sterkum, føroyskum kvinnulandsliðið í flogbólti.
Kringvarpið á Álandi skrivar reint sagt, at Føroyar høvdu dirigentstokkin í øllum dystinum. Dysturin endaði 3-0 til Føroyar við so greiðum settmuni, sum 25-14, 25-8 og 25-11.
Ålandstidingen staðfestir, at sigurstokið hjá Álandi steðgaði upp, tá tær møttu sterka føroyska liðnum.
Erika Boman, sum spælir við Álandi sigur í samrøðu við álendska kringvarpið, at tær vóru heldur spentar við dystarbyrjan. Hóast greiða tapið, so heldur Erika Boman, at álendska liðið stóð seg heiðurliga í dystinum ímóti Føroyum í gjárakvøldið.
Føroyavinurin, Torsten Wikstrand, sum vitjaði Føroyar til Fleyr Cup í 1984, og eisini vitjaði oyggjaleikirnir í Føroyum í 1989 hevur verið virkin í álendskum flogbólti í nærum hálva øld. Tá in.fo fekk orðið á hann ígjárakvøldið helt hann fyri, at føroyingar hava eitt sterkt og vælspælandi lið, men hann hevði væntað, at álendsku kvinnurnar kundu givið føroyska liðnum meira mótstøðu. Hann helt, at virðingin fyri føroyska liðnum kanska var dekan ov stór.










