Avgerð tikin um Kommunuskúlan

Kommunuskúlin verður umvældur og skal verða mentanar og frítíðarhús serliga ætlað teimum ungu.

Kommunuskúlin er farin í søguna, so sum vit kenna hann í dag.

 

Á almennum hátíðarhaldi hósmorgunin var gjørt vart við, at gamlaárskvøld verður síðsti dagurin hjá Kommunuskúlanum, tí 1. januar verður hann lagdur saman við Venjingarskúlanum. Um nøkur ár flyta so báðir skúlarnir í nýggjan bygning í vesturbýnum, og skifta navn til Vesturskúlin.

 

Í røðu síni í hesum sambandi varpaði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar kommunu, ljós á framtíð skúlans.

 

Hon legði dent á, at skúlin fór ikki í søguna, hóast hetta hátíðarhald, og at mentanarnevndin hevur sett hol á kjakið um, hvør framtíðin hjá skúlanum verður.

- Avgerð er tikin um, at her skal vera eitt mentanar og virksemishús, har alt hugsandi mentanar-, frítíðar- og listarligt virksemi skal kunna fara fram, segði hon í røðu síni.

 

- Tað hevur verið breið semja um, at vit eiga at fjálga um ungdómin í býnum. Her kunnu vit menna teir best hugsandi karmarnar, segði Helena Dam á Neystabø.

 

Hon boðaði eisini frá, at avgerð er tikin um at umvæla skúlan, og hetta arbeiðið verður í løtuni kannað og fyrireikað.