Í góðveðrinum í gjárkvøldið loysti frystilínuskipið Klakkur í Klaksvík og legði leiðina yvir til Eysturgrønlands, har eitt nú ísfiskalínuskipið Sandshavið frammanundan hevur roynt í eina tíð.
Sandshavið fór til Eysturgrønlands nakrar dagar fyri ólavsøku, og ætlanin var at leggja veiðina upp í Íslandi.
Heimasíðan hjá Norðlýsinum veit at siga, at Klakkur, sum annars hevur havt eitt gott fiskiár í ár, nú hevði ligið í nakrar vikur, meðan ymiskt er gjørt við skipið.
In.fo kann leggja aftrat, at Klakkur fyrst í hesum árinum var á Flemish Kap og fiskaði tosk, og tað hevur ljóðað, at skip og manning fiskaðu fyri einar 10 miljónir krónur á Flemish Kap í vetur.
Hetta er rættiliga gott - fyri ikki at siga óhoyrt - hjá einum føroyskum línuskipi. Seinnu árini hava tey bestu línuskipini í føroyska fiskiskipaflotanum fiskað fyri einar 16-18 miljónir krónur um árið.
Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd, veit at siga, at skipari á Klakki henda túrin er Líggjas Johannesen, og við skipinum á túrinum til Eysturgrønlands eru 16 mans.