FC Suðuroy fekk stig í Gundadali

Um væl virdi, so kundu suðuroyingarnir eisini verið farnir avstað við øllum trimum stigunum

HB tykist av álvara at verið dragnað í oddastríðnum. Tað eydnaðist ikki heimaliðnum at vinna ólavsøkulandskappingardystin ímóti FC Suðuroy.

 

Dysturin endaði 0-0, og talan var um eitt uppiborið stig til útiliðið. Ólavsøkugestirnir skaptu fleiri góðar støður allan dystin á tamb, men størsta møguleikan fingu teir beint eftir, at seinni hálvleikur var byrjaður. Jógvan Rói Davidsen hjá HB gjørdi brotsspark og varð útvístur. Jón Krosslá Poulsen var maðurin, ið bleiv feldur, og hann skeyt eisini brotssparkið sjálvur, men brotssparkið varð bjargað av Teiti Gestssyni.

 

Ímóti dystarenda trýsti HB fyri at fáa sigursmálið, men millum annað ein framúr bjarging frá Rana D. Johannesen í málinum hjá FC Suðuroy gjørdi, at tað ikki eydnaðist heimaliðnum at vinna favorittsigurin.

 

Úrslitið merkir, at HB framvegis er á fjórða plássi við 31 stigum. Sostatt eru heili átta stig upp til B36 á fyrsta stigi. Eitt FM-heiti til HB tykist sera ósannlíkt nú.

 

FC Suðuroy hevur tikið enn eitt fet ímóti yvirliving í Effodeildini. FC Suðuroy hevur nú 15 stig, og tað merkir, at frástøðan til AB, sum er undir niðurflytingarstrikuni, er komin upp á seks stig.