- Ólavsøkuróðurin skal savna familjuna á ólavsøku. Tí hevur Áhugafelagið ólavsøkuróður skapt Homluland, sum er eitt 1000 fermetra stórt, ókeypis barnaland á bryggjuni við Havnarskrivstovuna, beint við har bátarnir koma á mál, skrivar áhugafelagið í tíðindaskrivi.
Tað er einki at siga til, at tað kann vera torført at halda áhugan hjá yngstu børnunum gjøgnum ein heilan kappróður, og tí munnu tað vera mong foreldur, sum ynskja hugskotinum hjá áhugafelagnum ólavsøkuróður vælkomnum, at skipa fyri einum spæliplássi nærindis máløkinum.
Tað sermerkta við hesum spæliplássinum er, at her verður eingin elektrisitetur nýttur.
- Í Homlulandi spæla børnini sum í gomlum døgum. Tey læra at bregda, tey perla, klattra, hoppa band, lakka paradís, ganga á stúltum, krita, blása sápubløðrur og annað mangt, skrivar áhugafelagið.
Sjálvandi verður dentur lagdur á kappróðurin eisini, og í Homlulandi eru tí kappróðrarbátar til børnini at rógva í, og nøvn standa á lutunum í einum av bátunum, so at børn og vaksin kunnu læra seg saman.
- Júst sum í føroyska bátinum er eingin elektronikkur í Homlulandi. Einans rátt tilfar, hugflog og handakraft, skrivar felagið.









