Ikki øll geva sær far um hvussu stórir oyggjaleikirnir eru blivnir hesi farnu 30 árini, síðani leikirnir byrjaðu á Isle of Man í 1985.
BBC Jersey staðfestir, at talið av íðkarum til oyggjaleikirnar á Jersey er eins stórt og talið av íðkarum til olympisku vetrarleikirnar í Sochi í Russlandi, og tað sigur ikki so lítið.
Phil Austin, sum situr í fyrireikingarnevndini á Jersey sigur fyri BBC Jersey, at tað er ein luft av sjálvsáliti yvir teimum, sum reika fyri oyggjaleikunum á Jersey, og fyrireikararnir vóna, at fólkið á Jersey tekur væl undir við leikunum.
Phil Austin vónar ikki, at veðrið fer at arga, serliga sæð í ljósinum av, at íðkararnir hjá Gotlandi lenda ikki á Jersey fyrrenn klokkan 17.30 í dag, bert hálvanannan tíma áðrenn leikirnir verða settir.
BBC Jersey staðfestir eisini, at ein nýggj ferja siglir millum Jersey og franska meginlandið. Ferjan hevur havt tekniskar trupuleikar, sum hava elvt til nógvar seinkingar. Oyggjaleika-fyrireikararnir vóna ikki, at tað verða nakrar seinkingar nú oyggjaleikirnir eru í hondum.