koyrir ordiliga skjótt longur. Tá var orsøkin bert tann einkla, at arbeitt varð á vegnum, bæði við fólki og maskinum, og tí kundi eingin koyra skjótt har. Síðani vegurin varð liðugur, hevur tað víst seg [...] lagt ein fótongul fyri ferðsluna. Súkklararnir illa fyri Aftur til súkklurnar sum - hóast pástandin hjá landsverkfrøðinginum - eru nógvar í tali, serliga nú um summarið, tá nógvir útlendskir súkklarar leita [...] gongubreytina, var eg fastur í tí. So gott sum somu hending var eg út fyri 23. í h.m., tá ein bussur hjá Bygdaleiðum yvirhálaði meg á sama staði. Hvat sigur løgreglan Eg metti hesar hendingarnar so mikið
venjing, um tað hevði verið neyðugt. Jens Pauli Marstein er lækni hjá landsliðnum hesa ferð, og Heðin Askham er røkir stóru uppgávuna hjá liðleiðaranum. Tríggir teir síðstu landsliðsmenninir ? Uni Arge, [...] Tað var eitt sindur soltið við fólki, tá landsliðshópurin klokkan tíggju fyrrapartin í gjár hittist á Hotel Føroyum, har teir skulu halda til inntil komandi mikukvøld. Allan Simonsen, landsliðsvenjarin [...] flogfarið lendi ikki fyrrenn klokkan tíggju fyrrapartin í gjár. Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen, hevði ábyrgdina av fyrstu venjingini, og umframt hann vóru ellivu spælarar á vøllinum
hava framvegis ikki ræði á sínum havøki og fiskigrunnum, og toskurin hvarv eftir drúgva ovfisking. Hjá Íslandi hevur gongdin verið heilt øðrvísi, -ja nærum tann øvugta av Nýfundlandi. Ísland er í dag millum [...] gt at fingið at vita, hvat tað arbeiðið kostaði tí almenna?! Annars er tað ikki ov nógv ynskt av fólki við serkunnleika, at hesi koma við fakligari og sakligari upplýsing, heldur enn at liggja og snarað
sjálvur. Somuleiðis var hesin Tuoma fastur straffiskjútti hjá HC Dennis. Tað tóktist eisini, sum um finnar vóru rættuliga ovfarnir av styrkini hjá VÍF, og tískil vóru teir møguliga eitt sindur ørkymlaðir [...] gjørdi mætari enn at skora í teimum báðu næstum álopunum hjá HC Dennis. Hesin sami Kuqolli bleiv, saman við Ari-Pekka Tuomi, eisini toppskjútti hjá finnunum fríggjakvøldið við sjey málum. Hetta noyddust [...] Joensen, sum nærum mansvardi spælskiparan hjá finnum, ið tískil ikki hevði so lætt við at spæla upp til tann høga bakkin í vinstru síðu. Hendan umskipan av spælinum hjá VÍF gav eisini úrslit, og tá ið góðir
sligið fast at demokrati snýr seg ikki um rættin hjá einum meiriluta til at avgera lagnuna hjá minnilutanum. Demokrati snýr seg harafturímóti um rættin hjá minnilutum til eisini at virka og vera til. Ein [...] sum tekur støðið í rættinum hjá einstaklinginum at hava ávirkan á sína egnu tilveru í sonnum demokratiskum anda. Javnaðarflokkurin hevur, sum stevnu, at verja vunnin rættindi hjá einstaklingum og samfelagsbólkum [...] nakað vísundaligt ella bara nøkulunda logiskt ella objektivt argument fyri, at loysing verður Føroya fólki at gagni. Í hesum er einki løgið, men har aftur ímóti bara tann sannleikin, at avgerðin um at lýsa
at greiða fólki frá, at hóast tú ber brek, so kanst tú íðka allan ítrótt - kanska ikki á sama stigi, men á einum stigi, sum verður tillagað brekið, sigur Hans Hansen. Ítróttarkonsulenturin hjá ÍSB er komin [...] í arbeiðinum at útvega brekaðum fólki kring allar Føroyar sama tilboð sum brekað í miðstaðarøkinum hava. Í vetur verður møguleiki á øllum kvøldskúlunum kring landið hjá brekaðum at íðka ítrótt, og ætlanin [...] vit kunnu bjóða, noyðir eingin tey, sigur Hans Hansen. Á jøvnum føti Yvirornaða endamálið hjá ÍSB við arbeiðinum hjá ítróttarkonsulentinum er, at brekað fólk verða innlimað í ítróttarfeløg á jøvnum føti við
og økispedagogar eru settir í starv, sum eru góður stuðlar hjá dagrøktarmammunum. At tað kortini er so trupult at fáa fatur á nóg mikið av fólki, ið vilja átaka sær at verða dagrøktarmamma, kemst uttan iva [...] - Tað er strævið at vera dagrøktarmamma, tað er ógvuliga bundið, og arbeiðsdagurin er longri enn hjá øðrum. Tey, ið starvast á dagstovnum eitt nú, hava ikki so langan arbeiðsdag, sigur Eyðun Jensen, leiðari [...] verða settar í starv, veit leiðarin á sosialu deild ikki. Hann vísir á, at bøttu arbeiðsumstøðurnar hjá dagrøktarmammunum gera, at tað er væl tryggari og áhugaverdari at vera dagrøktarmamma í dag í mun til
árini hevur vunnið sær sæti á fremstu røð er Lexus - nýggi luxusbilurin hjá Toyta. ?Ella tað er kortini ikki heilt rætt, tí hjá Toyota siga tey, at Lexus ikki er Toyota. Ein Lexus er ein Lexus. Toyota [...] eigur bara partapeningin í nú 10 ára gomlu verksmiðjuni, sum bara framleiðir luxusbilar - vørumerkið hjá Lexus. Luxusbilurin má hava egnan samleika Tað var við tí í hyggju - at gera tann ultimativa luxusbilin [...] endamálið. Hóast fyrstu Lexus luxusbilarnir í Føroyum enn standa í framsýningarhøllini uppi á loftinum hjá Reyni Service uppi í Hoyvík, so hevur merkið rættuliga vunnið fram í USA sum ein sannur luxusbilur
Marknagilsvegin byrjað, men har var nógv eftir at fáa upp á pláss. Vit taka burtur av stykkinum hjá fólki, og tær avtalurnar skulu fáast upp á pláss áðrenn farið verður undir arbeiðið. Og tað er ikki bara [...] eitt av hesum arbeiðum verið í gongd. Marknagilsvegurin, frá Dalavegnum og næstan út til Skúlaheimið hjá Tekniska skúla, hevur sæð ræðuligur út í mong ár, og nú skuldi hetta arbeiðið gerast. Men tað er ikki [...] steingja Marknagilsvegin? ? Vit sum hava við hatta at gera, mugu í fyrsta umfari hugsa um trygdina hjá teimum sum arbeiða har, og tí er valt at steingja vegin í dagtímunum, meðan arbeitt verður. So má ferðslan
nú havi eg fingið mær eina aðra damu, og hon er flogskipari hjá Maersk? Føroyskar veitslur spennandi Hóast tað neyvan man vera spennandi hjá teimum kæru, ið bíða heima, noyðist Niels Egelund at viðurkenna [...] útbúgvingini hjá einum 500 lesandi, og harumframt er hann granskingarleiðari á einum vælmannaðum stovni á skúlanum. Hann situr í altjóða nevndini, ið kannar m.a. lesiførið og náttúruvitanina hjá børnum kring [...] tílíkum løtum, sigur hann, og fegnast um flogfarið hjá Atlantsflog, ið hann sigur vera fyrimyndarliga gott til endamálið at lenda í Føroyum? ? BA146e-flogfarið hjá okkum er nógv betur til hetta endamálið enn