Í hesum døgum lýsir Tórshavnar býráð eftir dagrøktarmammum. Dagrøktarskipanin í Tórshavnar kommunu er normerað til 300 børn, men av tí, at so stórt trot er á dagrøktarmammum, er talið á børnum, sum eru í skipanini, væl minni. Søkja nóg mikið av dagrøktarmammum hesa ferð, sleppa 60 børn inn í ansingarskipanina afturat. Sostatt er talan um ein tørv á umleið 10-15 dagrøktarmammum. Velur ein dagrøktarmamma bert at hava børn undir trý ár, kann hon í mesta lagi hava fýra børn.
Í vár fingu dagrøktarmammurnar í Tórshavnar kommunu nýggjan sáttmála, sum bæði gevur teimum betri løn og betri arbeiðsviðurskifti. Umframt eru nógv onnur viðurskifti bøtt. Eitt nú eru spælistovur komnar ymsa staðni, og økispedagogar eru settir í starv, sum eru góður stuðlar hjá dagrøktarmammunum. At tað kortini er so trupult at fáa fatur á nóg mikið av fólki, ið vilja átaka sær at verða dagrøktarmamma, kemst uttan iva av langa og strævna arbeiðsdegnum.
- Tað er strævið at vera dagrøktarmamma, tað er ógvuliga bundið, og arbeiðsdagurin er longri enn hjá øðrum. Tey, ið starvast á dagstovnum eitt nú, hava ikki so langan arbeiðsdag, sigur Eyðun Jensen, leiðari á sosialu deild í Tórshavnar býráð.
Tryggari og áhugaverdari
Hvussu útlitini eru til, at fleiri dagrøktarmammur verða settar í starv, veit leiðarin á sosialu deild ikki. Hann vísir á, at bøttu arbeiðsumstøðurnar hjá dagrøktarmammunum gera, at tað er væl tryggari og áhugaverdari at vera dagrøktarmamma í dag í mun til fyrr.
- Tær kunnu altíð venda sær til økispedagogin um vegleiðing, sigur Eyðun Jensen.
Tríggir økispedagogar hava síðsta árið starvast í dagrøktarskipanini hjá Tórshavnar býráð. Uppgáva teirra er fyrst og fremst at vegleiða og ráðgeva dagrøktarmammunum, at vera teirra bakland viðvíkjandi børnunum.
- Skipanin gongur báðar vegir, soleiðis, at foreldur kunnu kenna seg trygg í, at heimið, sum barn teirra kemur í hvønn dag, fær ta ráðgevingina, ið er neyðug. Og samstundis hjá dagrøktarmammuni, at hon fær vegleiðing um viðurskifti, ið viðvíkja børnunum og starvinum, sigur Eyðun Jensen.










