Tikið verður ofta til, at tá summarið nærkast og ferðafólkini koma, tá verður farið undir tey stóru vegarbeiðini í høvuðsstaðnum, soleiðis at tað ikki er framkomandi nakrastaðni.
Neyvan er tað heilt rætt, men heilt við síðuna av er tað heldur ikki. Og tað finst eisini ein skilgóð frágreiðing um hví so er. Nógv av tí, sum gjørt verður kann bert gerast á sumri. Til dømis ber als ikki til at asfaltera um veturin, so tað er ikki bara fyri at arga bilførararnar, at so verður farið fram.
Seinasta árið hevur eitt av hesum arbeiðum verið í gongd.
Marknagilsvegurin, frá Dalavegnum og næstan út til Skúlaheimið hjá Tekniska skúla, hevur sæð ræðuligur út í mong ár, og nú skuldi hetta arbeiðið gerast.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, soleiðis at leggja vegin av nýggjum, tí samstundis sum vegurin verður stongdur verður eitt øgiligt trýst lagt á hinar vegirnar í býnum, og úrslitið hevur ikki latið bíða eftir sær.
Langar bilrøðir ávísar tíðir á degnum, og illfýsnir bilførarar.
Nú fer hetta kortini at fáa ein enda, fyribils í hvussu er.
Asfalterast í næstum
Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur, sigur, at arbeiðið við Marknagilsvegnum nú er komið so langt ávegis, at um ein mánað ella so, er asfalterað og aftur koyrandi eftir Marknagilsvegnum.
? Arbeiðið hevur tikið øgiliga drúgva tíð, og upprunaliga var ætlanin, at tað skuldi vera liðugt asfaltera áðrenn farið varð í summarfrí. Tað eydnaðist bara ikki, og nú er tað bara so, at tað skal gerast áðrenn hesin mánaðin er farin. Annars er tað ov seint, sigur Boði Haraldsson.
Býarverkfrøðingurin viðgongur, at tað er serstakliga óheppið, at ein so týdningarmikil vegur verður skorin av, á henda hátt, men hann vísir á, at tað er neyðugt.
Strævið at
standa í bilrøðum
? Marknagilsvegurin er illa farin, og skuldi gerast. Arbeiðið hevur verið fyrireikað í longri tíð, og nú manglar so bara tað stykkið frá Dalavegnum út til Skúlaheimið. So er hatta vegastrekkið liðugt, sigur hann.
Men skilir tú, at fólk eru misnøgd, ella í øðini um, at tað tekur so drúgva tíð?
? Tað tekur sína tíð, at fáa slíkt ígjøgnum. Tá eg byrjaði her í fjør, tá var arbeiðið upp á Marknagilsvegin byrjað, men har var nógv eftir at fáa upp á pláss. Vit taka burtur av stykkinum hjá fólki, og tær avtalurnar skulu fáast upp á pláss áðrenn farið verður undir arbeiðið. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa allar tær avtalurnar gjørdar, sigur Boði, sum leggur afturat, at hann veit hvat tað snýr seg um tá tosað verður um bilrøðir um morgunin.
Hann skal eins og so mong onnur ígjøgnum býin, og av tí at stovnurin har barnið skal avleverast ikki letur upp fyri enn beint áðrenn klokkan átta, so ber ikki til at fara heiman í frá langt áðrenn.
Mugu steingja
arbeiðsøkið
Men er tað nú tvingandi neyðugt, at steingja Marknagilsvegin?
? Vit sum hava við hatta at gera, mugu í fyrsta umfari hugsa um trygdina hjá teimum sum arbeiða har, og tí er valt at steingja vegin í dagtímunum, meðan arbeitt verður. So má ferðslan beinast annan veg, sigur Boði.
Hann leggur afturat, at tað sigur seg sjálvt, at tá ein høvuðsæðrin millum eystur- og vesturbýin verður skorin av, so merkist tað í ferðsluni.
? Tað, sum vit kunnu gera er, at heita á bilførararnar um at vísa hógv í ferðsluni, og serliga nú tað stendur so nógv á í miðbýnum. Hetta haldi eg eisini at bilførararnir hava gjørt, sigur Boði Haraldson.