Í nógv ár hevur ÍSB, Ítróttarsambandið fyri brekað, havt ynski um at seta fólk burtur av í starv at taka sær av at útvega brekaðum føroyingum møguleika at íðka ítrótt uttan mun til, hvat brek talan er um, hvørja ítróttargrein talan er um, og hvar viðkomandi býr í Føroyum. Í vár søkti sersambandið so eftir fólki, og 1. juli varð Hans Hansen, ið í summar tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla, settur sum ítróttarkonsulentur fyri ÍSB. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til tvey ár.
- Hetta er eitt ógvuliga avbjóðandi starv, tí hóast nógv fólk í nógv ár hava gjørt eitt megnar arbeiði til frama fyri brekað og ÍSB, so byrji eg á berum. Tí fer nógv tíð við at arbeiða á tekniborðinum og so spakuliga blása lív í tankarnar, eg geri mær, sigur Hans Hansen.
Bert miðstaðarøkið
Einastu ítróttartilboðini, sum hava verið til brekað, hevur verið gjøgnum Kvøldskúlaskipanina í Havn. Henda skipanin hevur verið galdandi í eini tíggju ár, og kvøldskúlin hevur fíggjað virksemið við at rinda fyri kvøldskúlalærararnar.
- Í høvuðsheitum hava tilboðini verið svimjing og boccia. Tað hevur sjálvsagt verið keðiligt, at bert miðstaðarøkið hevur havt gleði av, at vit hava eitt sersamband fyri brekað. Og av tí, at svimjing og boccia eru einastu ítróttargreinirnar, sum brekað hava tikist við, halda nógv, at annað ber ikki til. Men hugtakið ítrótt fyri brekað er líka fjølbroytt sum ítrótt fyri frísk. Tí er tað mín uppgáva sum konsulentur at fara út at greiða fólki frá, at hóast tú ber brek, so kanst tú íðka allan ítrótt - kanska ikki á sama stigi, men á einum stigi, sum verður tillagað brekið, sigur Hans Hansen.
Ítróttarkonsulenturin hjá ÍSB er komin væl áleiðis í arbeiðinum at útvega brekaðum fólki kring allar Føroyar sama tilboð sum brekað í miðstaðarøkinum hava. Í vetur verður møguleiki á øllum kvøldskúlunum kring landið hjá brekaðum at íðka ítrótt, og ætlanin er so, at kvøldskúlarnir fara at kappast ímóti hvør øðrum. Talan kann verða um alt slag av kappingum, Føroyameistaraskapskappingar, úttøkukappingar til Malmö Open og aðrar.
- Tað áliggur eisini mær at fara út at tosa við fólkaskúlalærarar, sum hava brekað í flokkinum, tað veri seg stuðulslærarar, serlærarar og aðrar, soleiðis, at vit felag kunnu seta út í kortið nøkur tilboð. Eg kann vísa á, hvørji tilboðini eru í Føroyum, eitt nú kappingar, legur og annað, umframt møguleikarnar, sum eru uttanlands, soleiðis at undirvísingin í ítrótti í fólkaskúlanum fyri brekað, verður meiri málrættað, sigur Hans Hansen.
Eingin skráseting
Sum ítróttarkonsulentur fyri ÍSB skal Hans Hansen taka sær av bæði rørslutarnaðum og menningartarnaðum.
- Trupulleikin er, at eingin skráseting finst í Føroyum av, hvussu nógv fólk eru brekað og hvørji brek talan er um. Havi roynt at funnið fram til tey gjøgnum ymsar stovnar. Meiningin er ikki, at skrásetingin skal vera avdúkandi, men skal eg kunna gera eitt dygdargott arbeiði, má eg vita, hvussu nógv fólk talan er um.
- Einki brek er ov lítið. Skal eg til dømis skapa umstøður fyri fólk við smáum breki, - tey kunna hava mist part av eini hond -, so má eg vita um tey, hvørji tey eru og hvar tey búgva. Eg vendi mær til nógv persónliga og eru tey ikki sinnað at taka lut í virkseminum, sum vit kunnu bjóða, noyðir eingin tey, sigur Hans Hansen.
Á jøvnum føti
Yvirornaða endamálið hjá ÍSB við arbeiðinum hjá ítróttarkonsulentinum er, at brekað fólk verða innlimað í ítróttarfeløg á jøvnum føti við onnur. Við øðrum orðum er málið, at hvørt einstakt ítróttarfelag í landinum fær eina deild fyri brekað á sama hátt sum feløgini hava eina kappingarnevnd og eina bingonevnd. Er talan um eitt svimjifelag skal viðkomandi felag eisini hava eina deild fyri brekað. Annað hvørt skulu tey brekaðu kunna svimja í felagnum ella verður tíð sett av til tey.
- Tað at tú ert brekaður skal ikki gera, at tilboðini fækkast. Hetta fylgir eisini andanum í nýggju fólkaskúlalógini. At tú ert føddur við breki, er nóg stórt brek í sjálvum sær, sigur Hans Hansen.
Sambært endamálsorðingini hjá ÍSB, skal sersambandið virka til frama fyri øll fólk í Føroyum, sum bera brek. Øll, sum bera brek, skulu hava møguleika at íðka ítrótt, bæði innan ítrótt og kappingarítrótt. Eisini fólk, sum fáa brek seint í lívinum, eitt nú av eini heilabløðing, skulu fáa tilboð um íðkan av ítrótt.
- Enn eru vit ikki komin so langt áleiðis í arbeiðinum fyri at finna út av, hvussu vit skulu fara fram, tá ið talan er um hesi, sum fáa brek sum vaksin og tilkomin.
ÍSB arbeiðir við at gera ein faldara, sum kemur út til øll, sum bera brek. Faldarin verður ein kunning um, hvørjar møguleikar ÍSB hevur at bjóða. Hann verður lutvíst afturlítandi, har hugt verður at, hvat er fingið á skafti, og lutvíst frameftirlítandi, har hugt verður at, hvørji tiltøk eru fyri framman.