Snaraður sannleiki

Rolf Guttesen vil rættleiða meg í Sosialinum í farnu viku. Men tá ið hann fer so lætt um sannleikan aftur hesaferð, so er neyðugt at koma við enn einum aftursvari.

At hann nýtir so nógva orku at greina orðið kritikk og orðavalið ?eitt forkelað fólkaslag? er í lagi, men dømi um Nýfundland er enn eitt dømi um snaraðan sannleika!

Eg eftirlýsti í aftursvarinum til Rolf dømi um smáríki, hvørs búskapur og framleiðsla var versna aftaná, at fullveldi var tikið. Svarið var ?Dømi um smáland við fullveldi, sum ikki hevur klárað tað so væl. Nýfundland var fullveldi, men fór falitt, og endaði sum partur av Kanada? Hetta ljóðar sum eitt ræðandi dømi, men har manglar altso eitt breiðari landafrøðiligt innlit.

Nýfundland hevði eitt nú ikki ræðið á sínum fiskigrunnum, tá teir fingu eina kreppu, beint eftir seinna heimsbardaga. Teir fóru uppí Kanada av ymsum orsøkum, og serliga áhugavert er at hyggja at Nýfundlandi síðani. Landafrøðiliga kann Nýfundland berast saman við Ísland, sum gjørdist Lýðveldi um sama mundi, sum Nýfundland misti sítt fullveldi. Nýfundland er í dag eitt samfelag, ið er heft av alstórum peningaveitingum úr Kanada, vinnilívið mennir seg millum lítið og onki, og fólkafráflytingin hevur verið stór - bara í ´90-unum eru um 10% av fólkinum flutt frá Nýfundlandi. Tey hava framvegis ikki ræði á sínum havøki og fiskigrunnum, og toskurin hvarv eftir drúgva ovfisking.

Hjá Íslandi hevur gongdin verið heilt øðrvísi, -ja nærum tann øvugta av Nýfundlandi. Ísland er í dag millum heimsins ríkastu lond, meðan Nýfundland er ein uppstøðgaður útjaðari.


Ísland og danska grundlógin

Eisini roynir Rolf at sannføra lesararnar um, at 50%-markið fyri fullveldi er burturvið og kallar tað fyri meirilutadiktatur; og nýtir í hesum sambandi Ísland og donsku grundlógina sum fyrimynd.

Tá ið hann tosar um Ísland tekur hann Lýðveldisatkvøðuna frá 1944 fram, men sigur onki um fullveldisatkvøðuna frá 1918. Tá ið íslendarar atkvøddu um fullveldi í 1918, vóru 12000 fyri og 999 ímóti. Hóast greiðan meiriluta fyri, so vóru tey 12000 fólkini, sum høvdu atkvøtt fyri, bert 38% av teimum, sum høvdu atkvøðurætt. So høvdu tær treytir verið galdandi, sum eru galdandi í donsku grundlógini, so hevði uppskotið um fullveldi fallið í Íslandi!


Hava vit meirilutadiktatur í Norðurlondum?

Tá ið so 50 prosents-markið verður skýrt meirilutadiktatur, so munnu øll Norðurlond skýrast fyri tað sama. Í øllum førum hava øll Norðurlond havt fólkaatkvøðu um limaskap í ES, og tá hevur onki annað enn vanligur meiriluti verið galdandi. Og í hesum dømum úr Norðurlondum hevur tað enntá verið ein spurningur um at geva part av fullveldinum frá sær, meðan tað í ætlan samgongunnar er ætlanin at taka/vinna fullveldi. Og so er tað, at eg spyrji, hví skal tað verað lættari at avgeva fullveldi enn taka fullveldi?

Annars er vert at leggja afturat, at tá ið lond hava tikið fullveldi, so hevur fólkaatkvøða um málið í fleiri førum verið útilokað, í staðin hevur talan verið um eina avtalu millum stjórnirnar í miðveldinum og í hjálandinum. Hvat føroyskum viðurskiftum viðvíkir, so er fólkaatkvøðan ein avtala í samgonguni, -stýrisskipanin setur ongi krøv um fólkaatkvøðu, men samgongan valdi kortini at fara longri enn formligu reglurnar krevja, nemliga fyri at seta fólkaræði í hásæti. At so Rolf framvegis kallar mannagongdina fyri meirilutadiktatur má standa fyri egna rokning!


Hvítabók og endurreisingarnevndin

Eisini fýlist Rolf á, at vit nýta so nógvan pening uppá eina ovurmannaða nevnd at skriva Hvítubók, og so spyr hann, hví vit ikki heldur brúka ?eitt sindur av hesum peningi uppá fólkaupplýsing um hetta verk, við einum almennum, vælskipaðum og sakligum orðaskifti?? Men tað er jú júst tað, sum er ætlanin!

Og henda ætlan er eisini kunngjørd. Og tá ið hann so harafturat spyr, hví vit ikki royna at taka andstøðuna við, so má ein spyrja seg sjálvan, um hann hevur fylgt við yvirhøvur, ella hann um bert leitar í éini subjektvari keldu.

Hvítabók var annars løgd fram í farnu viku; og hon er eitt objektivt vælaverk, greitt úr hondum av sakligum og fakliga dugnaligum embætisfólkum, - sum vóru væl mannað (ikki ovurmannað), nemliga fyri at tryggja eina fakliga breidd!

Ovurmannað og dýr ? í mun til hvat? Í 1993 sat ein endurreisingarnevnd við nøkrum fáum limum, har Rolf var tann eini. Til samanberingar kundi verið forvitnisligt at fingið at vita, hvat tað arbeiðið kostaði tí almenna?!

Annars er tað ikki ov nógv ynskt av fólki við serkunnleika, at hesi koma við fakligari og sakligari upplýsing, heldur enn at liggja og snarað sannleikanum!


Blíðar heilsanir,

Annita á Fríðriksmørk,

tingkvinna Tjóðveldisfloksins