mongum at siga, um sjaldsomu typurnar sum virkaðu og kendu við hendan depilin, ið kom at hava so ómetaliga stóran týdning fyri stóran part av Eysturoynni. Haðani fór hann suður til Skúvoyar at vera vikarur [...] ikki so sjáldan, at eg ringdi til hansara fyri at fáa góð ráð um eitthvørt málið, sum eg helt hann vita meira um enn eg sjálvur. Oftast bragdaði tað. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at áðrenn teldan gjørdist [...] íbornan autoritet, sum gjørdi, at hann kundi brúka allan sín pedagogiska mátt til at fylla uppí knokkarnar á sínum næmingum. Havi ikki enn tann dagin í dag møtt einum strandingi, sum ikki gevur honum sítt
mistøkini eru nøkur og alt er ikki dagført. Tey, sum varða av heimasíðuni, siga, at tey hava ikki arbeiðsorku til at allatíðina at dagføra allar upplýsingarnar, sum liggja á heimasíðuni. Einki verður sagt um [...] Larsen, sum í løtuni virkar sum ríkisumboð í Føroyum, og sum avloysti Bent Klinte á sinni. Nógvar upplýsingar eru at finna um fíggjarviðurskifti í Føroyum, um framleiðslu, búskaparvøkstur og annað, sum hevur [...] hevur lítið at siga um hernaðarlig viðurskifti í Føroyum, men staðfest verður, at Føroyar hava ongan veruliga her, men bara eina lítla løgreglustyrki og Coast Guard. Tað er onkursvegna forkunnugt at síggja
CNN veit frá sponsku bjargingartænastuni at siga, at maðurin í seglbátinum yvirlivdi tað, sum er á markinum til tað ómøguliga. Um morgunin fór hin 62 ára gamli við seglbátinum úr Lissabon í Portugál, [...] og ein bjargingartyrla. Kavararnir, sum komu til bátin, royndu at finna út av, um nakar var í koppaða bátinum. Teir bankaðu í skrokkin, og púrasta óvæntað bankaði onkur eisini innanfyri. ##med2## Veðurvánirnar [...] tordu kavararnir ikki beinanvegin at fara undir eina bjarging. Í staðin settu teir boyur á bátin fyri at halda honum flótandi. Seinni fóru tveir kavarar niður til mannin, sum sambært CNN var í yvirlivilsisdrakt
verður helst onkur góð søga at hoyra eisini. Rithøvundurin, Oddfríður Rasmussen, fer at lesa yrkingar klokkan 19, og hann fer eisini at hugleiða um tað at seta orð saman. At enda fara Ravnar at spæla góðan [...] sambandi verður eisini skipað fyri tiltaki í hølunum. Tað siga tey, sum standa aftan fyri hesa forvitnisligu kafé-verkætlan í Skálavík. Eftir at dyrnar eru latnar upp klokkan 15, koma spælimenninir, Eyðstein [...] eru vælkomin á Caféina á Mølini. Her fært tú altíð ein góðan kopp av kaffi og okkurt gott afturvið, siga eigararnir av nýggju kafé’ini. Sambært Facebook-síðuni - Caféin á Mølini - verður opið frá sunnudegi
hava tað ikki ov gott sum er, og vit vita sum er, at verður okkara samfelag innrættað sum Bretland og New Zealand, so verða tað tey veiku, sjúku og illa útbúnu í samfelagnum sum koma at sita við sviðið soð [...] spurinngur, tí liberalisering er so løgin, at tað er sum ein hummararúsa. Er man fyrst komin inn, so ber bert til at sleppa longur inn. Út vendst eftir øllum at døma ikki aftur. [...] Tað verður mangan ført fram, at hesi lond hava eitt sosialt trygdarnet eins og Norðurlond. Tað kann væl verða, men har má man so siga, at meskavíddin er betýðiligt størri í tí New Zealandska og bretska
kann av røttum siga, at hetta tíðarskeiðið vórðu flest øll børn í Vesturheiminum innlimaði í víðagitna dunnubýin, Andeby, ella Dunnuvík, sum staðurin kom at eita í føroysku týðingini, sum Pauli Nielsen [...] Dunnald og tey hjá Disney, sum halda til í Dunnuvík. Teknirøðir hava verið ein lítið virdur partur av bókmentum. Fyrst og fremst tí, at tey, sum gera teknirøðir, ikki hava áhuga í at skriva seg inn í stóru [...] Onnur útgáva av »Disneyrímum«, sum er til taks á Landsbókasavninum, kom í 1980. Ein frægd at lesa, eisini hjá teimum, sum ikki skilja so væl íslendskt. Á bókaútsøluni herfyri, rendi eg meg í eina í hesum
speirakin og hvørki at høgga ella at stinga í. Hann kundi sum fáur nýta orðið ? og skar stundum í bein. Orðafloymurin var sum áarlop. Tað byrgdist ikki fyri honum. Mangur mundi halda, at ikki flættaðist við [...] 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við, hevði ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Hevði ikki fingið tosað við Carl, spurt [...] ótroyttiligu synum sínum, Ein sum ikki lat sær lynda hálv svør og jánkasliga talu, ein sum avdúkaði og revsaði hugsjónarleysar menn og politikarar. Hvesti at teimum, sum ikki vardu borg og tóku síni egnu
um. Og um onkur skuldi óttast sjálva upptøkuroyndina, siga Marianna og Rannvá soleiðis: -Tað er einfalt og skjótt at vera til upptøkuroynd - vit filma eitt sindur og taka eina mynd. Men vit vilja heita [...] Filmurin, sum hevur heitið Magma, er ein eksperimentellur dansistuttfilmur uttan beinleiðis søgugongd og dialog millum leikararnar. Dansurin fevnir um einfaldar rørslur - men leikstjórarnir sláa fast, at tað [...] tað ikki er ein treyt at hava royndir innan dans og ella leiklist. Við øðrum orðum stendur øllum í boði at royna seg. Leitað verður eftir 2 persónum til høvuðsleiklutin og 50 statistum í øllum aldursbólkum
fyri at siga, at hann væntaði ikki at uppliva Barack Obama verða afturvaldan til amerikanskan forseta í 2012. Men um hann sipaði til sína egnu heilsu ella um hann ikki væntaði, at Obama ikki fer at verða [...] farið sum eldur um allan fjølmiðlaheimin, at 83 ára gamli Castro hevur verið á einum granskingarstovni í Havana og heilsa upp á starvsfólkið har, tí hetta er fyrstu ferð, at nakað hevur verið at sæð til [...] eitt sindur hvokkin, men annars sá hann gott út, siga tey, sum sóu hann. Og sálarliga var hann væl fyri, leggja tey afturat. Onkur nýtti eisini høvi til at avmynda hann við eini fartelefon og hesar myndirnar
frá at ikki hava LGBT Føroyar, til at hava eina Pride-skrúðgongu, har umleið 10% av fólkinum luttaka. Vit eru farin frá at royna at steina eina sum meg, til at seta hana á ein stóran pall og siga “vit [...] halda røðuna í ár, valdi eg at siga ja, egoistiskt, sum ein liður í at lekja míni djúpu sár frá hesum landinum og fólkinum, sum býr her. Men ein meira umráðandi orsøk er, at eg tók feil. Nógv ER faktiskt [...] til tey ungu queer fólkini í hesum landinum, sum eg veit enn stríðast, sum queer ungdómur altíð ger, føli eg tað sum mína ábyrgd at standa fram og siga, at tað veruliga verður betri. Ikki bara títt privatlív