Býtt vald

Í hesum døgum er nógv umrøða av valdinum, og hvussu tað skal vera býtt. Tíverri eru føroyingar herviligir at leita sær eftir fyrmyndum, heldur enn at mynda skipanina sjálvir ? og tað er býtt

Kári á Rógvi
?????????????
Lat okkum tó fyrst leita aftur til eina av størstu føroysku fyrimyndunum í nýggjari tíð ? Montesquieu (úttalast okkurt sum Monteskjø).
Monteskjø tykist sera væl egnaður sum fyrimynd hjá føroyingum. Fyri tað fyrsta hevði hann arvað støðu sína sum aðalsmaður, tingmaður og dómari, síðani var hann herviligur at skriva av ? bøkurnar hjá honum vóru fyri mesta partin bygdar á onnur verk ? og so legði hann dent á veðrið og andan í lógini, tvey fyribrygdi, ið standa føroyingum nær.
Skilamaður var Monteskjø burturav. Í stóra verkinum hjá sær "Um Andan í Lógunum" skrivaði hann fleiri bøkur um tðdningin hjá veðurlagnum og umstøðum annars fyri lógirnar, og hvussu hvørt land eigur at hava sína egnu stjórnarskipan. Hann vísti á, at tað finnast fleiri sløg av stjórnarskipanum, har ein, fleiri ella mong ráða, og hvør teirri kann vera bæði betur og verri skipað og eydnað.
Millum mangt og hvat annað skrivar Monteskjø, at kvinnur sjálvsagt ikki kunnu vera politiskir leiðarar; og eisini, at indarar kunnu ikki vera líka skilagóðir sum tey í kaldari londum, tí blóðið hjá indarum fer út í húðina at køla av, og tessvegna fer minni upp í høvdið.
Well, so vítt er hetta ein av mongum monnum úr eini farnari tíð, tó at henda tíðin júst í Føroyum ikki er so øgiliga farin akkurát.
At býta valdið
Men, ólukka í eygað, Monteskjø skrivaði eisini nakrar heilt fáar síður undir yvirskriftini "Um stjórnarlagið í Einglandi," har hann nam við valdsbýti. Í tí førinum skrivaði Monteskjø av frá eingilskmanninum John Locke, sum frammanundan hevði gjørt vart við, at tað vóru (í øllum førum) fýra sløg av valdi til ? at geva lóg, at døma um lóg, at útinna lóg og dóm, og at verja móti ágangi uttanífrá.
Tann góði Monteskjø blandaði hesi fýra saman í ein ellibita (og gloyndi eitt vald) men hann skrivaði ein stuttan setning, sum gjørdi hann kendi fyri alla framtíð ? hann nevndi av óvart trð sløg av valdi, lóggevandi, dømandi og útinnandi. Og so var slottið vunnið.
Stýri og vald
Í hesum døgum er vaktarskifti í Tinganesi og tey býta valdið á skinninum. Onkur fær fiskivinnumál í sín part. Men hvat liggur í tí at fáa fiskivinnumál at umsita?
Jú, fiskimálaráðharrin stendur á odda fyri einum stýri, sum hevur lut í tí, sum Monteskjø hevði kallað dømandi vald, nevniliga valdið at taka støðu eftir lóg. Fiskimálaráðið tekur støðu til, hvør skal fáa fiskiloyvi og annað eftir fiskivinnulógunum.
Nú mótmælir onkur og sigur: ?nei, nei, dømandi vald er hjá dómstólunum!? Og jú, rímiligt dømir ein dómstólur, men í spurningum um, hvussu lógin skal skiljast er tað í fyrstu atløgu fyrisitingin, sum tekur støðu. Í aðru atløgu eru so fleiri skipanir, sum kunnu royna (eftirmeta ella eftirdøma) avgerðir. Kærunevndir, aðalstýri, umboðsmaður og dómstólar ? øll hesi døma um, men Monteskjø gamli kendi lítið og onki til hetta. Fyri hann var at døma at seta fólk í geglið fyri lógbrot.
Sama fiskimálaráð hevur eisini lut í valdinum at geva lógir. Eftir stýrisskipanarlógini eru tað fyri tað fyrsta aðalráðini, sum sleppa at gera lógaruppskotini og tær viðmerkingar, sum ráða fyri tulkingini. Síðani eru tað eisini aðalráðini, sum gera tær kunngerðir, sum fyri borgaran virka sum lógir á júst sama hátt sum tinglógir.
Eisini hevur fiskimálaráðið rætt til at útinna, hondhevja, tær avgerðir, sum tey taka eftir sínum egnu lógum, eittnú skriva út skjøl, prógv, taka fiskifør á skeivari leið, og so frameftir.
At enda plagdi fiskimálaráðið at hava lut í uttanlandsvaldinum. Men nú hevur løgmansskrivstovan tó tikið sær hesar heimildirnar, eins væl og mangar heimildir hjá øðrum ráðum og stovnum mótvegis útlandinum. Soleiðis umskiftist so mangt.
Samanumtikið er bóndin á Dunga nú ovastur í einum ráði, sum hevur part í lóggevandi, dømandi, og útinnandi valdi, og so enn ein minni lut í uttanlandsvaldinum eisini, um vit nú skulu halda okkum til lýsingarnar hjá Locke og Monteskjø.
Hvat er til ráða at taka?
Góð ráð eru dýr. Á føroyskum plagdu vit at kalla tað eitt ráð, har sum fleiri sótu, t.d. jarðarráðið ella umboðsráðið hjá SEV. Í dag merkir ?ráð? tó eisini ?stýrið hjá einum landsstýrismanni,? sum situr heilt einsamallur ? í øllum førum við ábyrgdini. Orsøkin er, at orðið ?ráð? verður hildið at merkja tað sama sum danska orðið ?ministerium.?
Omanfyri royndi eg at lýsa Monteskjø sum serfrøðing, ið tók frá øðrum høvundum, og var fullur av góðari meining og teimum fordómum sum samtíð og mentan bóru. Brekini hjá Monteskjø, ikki minst at hann doyði væl áðrenn løgtingið var endurreist, gera hann óbrúkiliga sum fyrimynd fyri tí føroyska valdsbýtinum. Monteskjø hevði ikki stórvegis áhuga fyri samveldum og kommunum, hann kendi ikki til nútímans fyrisiting, og helt tað vera sera umráðani at hava arviligar, mannligar valdsharrar.
Men, hóast síni brek, skilti hann tó sjálvt poengið í valdsbýtinum betur enn mangir føroyingar. Hann segði millum annað: "hjá turkunum, har allir hesir tríggir myndugleikar liggja savnaðir hjá sultaninum, ræður eitt herviligt einaveldi."
Vandin hjá okkum er, at vit fáa smáar einaræðisharrar á hvør sínum málsøki. Fyrr havi eg víst á, hvussu sami serfrøðingur smíðaði og seinni umsat navnalógina, ikki bert fakliga, men eisini ideologiskt eftir egna høvdi og tykki sínum. Sama ger seg galdandi á øllum øðrum málsøkjum, um vit ikki tryggja demokratiið við mannagondum, sum forða fyri slíkum serkønum einaræði.
Postlistar og nevnd nøvn
Í dag sita mangir gløggir knokkar og tosa um fjølmiðlar og vald. Sjálvur haldi eg ikki, at pressan er tað fjórða stavsvaldið, tí tað er longu upptikið. Men, pressan hevur ómetaliga stóran týdning fyri landsins stýri; tí var ynskiligt, at landið játtaði veruligar pengar til kringvørpini, sum samanløgd kundu havt orku til nakrar dygdargóðar, upplýsandi og greinandi sendingar.
Eg skal tó vísa á tvær týðandi broytingar, ið vit, sum onki kundu framt til tess at tryggja innlitið hjá pressu eins væl og almenningi í ráð og stýri landsins. Fyri tað fyrsta eiga vit sum í grannalondum okkara, eitt nú Álandi, at hava almennar postlistar. Tað skal bera til hjá einum og hvørjum at fara inn á ein almennan stovn og biða um yvirlit yvir, hvør postur er komin inn ella er farin út ein ávísan dag ella tíðarskeið. Slíkir postlistar gera tað møguligt hjá miðlum og fólki annars at biða um innlit í tey mál, sum eru uppi í tíðini.
Sjálvur var eg júst í Álandi, og segði ein fyrisitari har nakað soleiðis bið meg: "tað er sera umráðandi fyri demokratiið, at tað kemur í bløðini, eittnú at vit hava sent eitt lógaruppskot til hoyringar ella tikið eina týðandi avgerð." Leggið til merkis, at hesin maðurin ikki var fjølmiðlamaður, men sat í eini lítlari fyrisiting, í einum lítlum landi, har øll kenna øll, og helt framvegis, at tað var sera umráðandi fyri demokratiið, at sum mest av innliti var. "Eisini," segði hann, "tá aðrir stovnar síggja brøvini frá mær í bløðunum, áðrenn tey vóru komin fram."
Eitt annað eru søvn við avgerðum og dómum. Tá Jógvan Andreassen, umboðsmaður, sat sum sorinskrivari, savnaði hann ikki dómar sínar. Tað ber tí ikki til hjá pressuni at kanna eftir, hvussu Føroya Rættur plagdi at døma í málum av einhvørjum slagi. Nú Jógvan er umboðsmaður, gevur hann út savn við tilmælum sínum. Trupulleikin er bara, at øll tey málini sigast vera um sama persón, nevndur A. Fyri føroyingar eins og onnur fólk, er tað ómøguligt at minnast, kjakast um, skilja og brúka hundraðtals mál, sum øll handla um A.
Tað eru sjálvsagt Danmark sum fakligur facitlisti, ið órógvar her. Eg mæli tó pressuni til áhaldandi at krevja somu sømdir sum í Álandi ? víðopnar postlisar og atkomiligar dómar og avgerðir við fullum navni.
Føroyskar fyrimyndir
Vit mugu í Føroyum hava opinleika, bæði um lógarsmíð, fyrisiting og roynd. Vit mugu eisini granska og undirvísa í okkara egnu viðurskiftum, í føroyskari, søgu, lógum, búskapi og samfelagi.
Síðani kunnu vit ein dag fáa eina stjórnarskipan, har vit siga: "landstýrismaðurin hevur mistikið seg, tí hann hevur ikki gjørt eftir góða førdøminum hjá øðrum landstðrismonnum og ráðum frá okkara egnu frøðingum," heldur enn sum nú: "landstýrismaðurin hevur mistikið seg, tí hann hevur ikki gjørt, sum tey vistnokk gera í grannalondum okkara, eitt nú..."
Tí tað segði Monteskjø rætt, hvørt land má hava egnan íblástan anda í lógum sínum.