Býráðið bíðar eftir nýggjum uppskoti

Samráðingar hava verið millum Klaksvíkar kommunu og stigtakararnar til handilsmiðstøðina. Stigtakararnir ynskja at broyta ætlanina nakað, og nú bíðar býráðið bara eftir nýggja útkastinum hjá teimum

Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um, at arbeiðið við ætlanini at gera eina handilsmiðstøð í býnum, nú er tikið uppaftur. Hann váttar, at fundir hava verið millum stigtakararnar og kommununa um møguligar broytingar av verkætlanini.
? Fyrireikararnir ynskja at broyta verkætlanina nakað, og tað hava teir eisini fingið eitt ávíst frælsi til, sigur borgarstjórin.
Hann hevur í einum skrivi til stigtakararnar sagt, at kommunan ynskir at fáa eitt nýtt útkast á borðið um einar tríggjar til fýra mánaðir. Hetta útkastið verður so lagt fyri býráðið at samtykkja. Klaksvíkar kommuna skal samtykkja ætlanina, tí tað fyriliggur ein byggisamtykt fyri miðbýarætlanini.
? Eg kann veruliga ikki siga so nógv um hesa ætlanina ? serliga nú tað fara at koma broytingar. Nú er spurningurin bara, hvat stigtakararnir koma aftur við, tá vænti eg, at tað ber betur til at siga nakað meira ítøkiligt um ætlanina við handilsmiðstøðini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Onki alternativ
Útfyllingin við Sandin gongur framvegis við rúkandi ferð. Arbeiðið við at leggja næsta lagið oman yvir er líka við at vera liðugt. Tað eru mong í Klaksvík, sum halda, at útfyllingin er ræðulig fyri býin, og at hon skemmar víkina. Men tað broytir so ikki tað fakta, at hon er komin, og at hon skal nýtast til okkurt. Allatíðina hevur ætlanin verið, at tað skal vera ein handilsmiðstøð, og tað gongur spakuliga tann vegin.
Men um nú hendan ætlanin dettur niðurfyri, hava tit so nakað alternativ?
? Nei, tað hava vit ikki, so um hendan ætlanin dettur niðurfyri, og tað vóni eg ikki, at hon ger, so er ikki nógv annað at gera enn at vóna, at onkur annar bankar upp á við einari ætlan, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Hann leggur afturat, at tað eru aðrir fyrispurningar komnir inn um útfyllingina og ætlanina við handilsmiðstøðini, men hann heldur ikki, at talan er um so ítøkiligar fyrispurningar.
Sostatt er ætlanin við handilsmiðstøðini alt avgerandi fyri, um nakað verður á útfyllingini við Sandin ella ikki. Tað er bara tann ætlanin, sum er ígongdi. Um hon dettur niðurfyri, er sum nú er, onki alternativ.