FUGLAFJØRÐUR
Sum 9 ára gamal byrjaði Jákup Frants Larsen, sum í mong ár hevur verið skrivari hjá Fuglafjarðar kommunu, at savna modellbilar og modell av motorsúklum. Øll hesi ár hevur hann lagt aftrat savninum, og tað eru serliga bilarnar, hann hevur havt alstóran áhuga í.
- Hetta eru alt bilar, sum eru framleiddir av góðkendum framleiðarum, og støddirnar eru ymiskar. Bilarnir eru í lutføllunum, 1-12, 1-18, 1-24 og 1-43 í mun til uppruna bilarnar.
Í dag hevur Jákup Frants ikki talið á øllum teimum bilum, hann eigur, men hann metir, at hesir eru einir 700-800 í tali.
- Eg byrjaði ikki at savna modellir av motorsúklum fyrr enn í sjeytiárunum, og av hesum eigi eg ikki nær til so nógvar sum bilarnar. Súklurnar røkka heldur ikki so langt aftur, kanska aftur til fimmtiárini, leggur hann aftrat.
Gamalt og nýtt
Jákup Frants Larsen sigur, at elstu bilmodellini, hann hevur savnað, er eftirlíkningar av bilum, sum koyrdu í 1890-unum.
- Talan er um øll møgulig bilmerki, og eg trúgvi, at eg eigi modellir av flestu bilmerkjum. Eg havi soleiðis gjøgnum hesi mongu ár keypt modellbilar, og nógvir av hesum eru sera flottir, ikki minst bilarnir, sum komu í 1930-unum.
Hann sigur, at nakrir bilar eru keyptir í Føroyum, men teir allar flestu eru keyptir uttanlands.
- Eg havi tó funnið onkran hendinga bil í Føroyum, og í onkrum føri vistu tey, sum seldu bilin, ikki, at hesin var øðrvísi enn aðrir. Soleiðis havi eg keypt onkran bil í BR, har tey slett ikki vistu, hvussu serstakur júst hesi bilurin var.
Jákup Frants Larsen keypir ikki bara fyri at keypa. Hetta skulu vera góðkendir og dygdargóðir bilar, og hann hyggur eitt nú eftir, hvør framleiðarin er. Flestu bilarnir eru framleiddir í Evropa, eitt nú í Belgia og Italia.
- Eg haldi, at ein av bilunum í mínum savni er komin úr Eysturevropa, sigur hann.
Hann sigur, at onkur føroyingur, sum veit um savnið, gjøgnum árini eisini hevur ringt til hansara og er komin við onkrum bili.
- Soleiðis havi eg eisini fingið onkrar heilt serstakar bilar, leggur hann aftrat.
Serstakir bilar
Jákup Frants Larsen sigur, at nógvir av bilunum eru keyptir í Danmark, har tey hava hús og hava ferðast nógv. Kona hansara, sum er ættleidd til Føroya, hevur systkin niðri.
- Okkum dámar væl at koma av landinum av og á, og tá vit eru í Danmark, plagi eg at ganga á ymisk miðir, sum eg havi. Eg keypi ongan bil á netinum, sigur Jákup Frants Larsen.
Hann minnist soleiðis aftur á ein, hann hitti í Danmark.
- Her stóð ein modellbilur til sølu fyri einar 2.000 krónur, men eg helt tað vera ov dýrt. Seljarin segði, at hetta var ein av fáu bilunum av hesum slag, sum vóru eftir í Danmark, og tí var bilurin rættiliga serstakur.
Men søgan um hendan bilin er betri enn hetta.
- Seljarin segði mær eisini, at bilurin stavar frá tíðini hjá Salvador Alliende í Chili. Tá arbeiðsloysið var stórt, var verksmiðjan, sum hann tá setti á stovn at framleiða hesar modellbilarnar, ein liður í arbeiðsskapandi tiltøkum. Alliende fekk tá nøkur fólk at framleiða hondgjørdar modellbilar – og hesin er ein av teimum.
Jákup Frants sigur, at hann helt hetta vera lygn, men alt, sum seljarin hevði sagt honum, var rætt.
- So, eg keypti bilin fyri 2.000 krónur, sum er millum teir dýrastu, eg eigi. Tó er onkur bilur dýrari enn tað, og ofta hongur prísurin saman við, hvussu nógv eintøk eru framleidd av einum ávísum modelli, leggur hann aftrat.
Síðan hann keypti bilin, sum hevur sínar røtur í Chili, er Jákup Frants uppringdur av manni, sum vildi hava bilin við til eina framsýning.
- Hesin helt, at hann kundi selja bilin fyri meg fyri einar 30.000 krónur. Men tað hevði eg ongan áhuga í. Einki úr mínum savni er til sølu.
Tá Sosialurin vitjaði Jákup Frants Larsen í Fuglafirði seinasta hósdag, vísti hann okkum partar av stóra savninum. Aftrat bilum og súklum, hevur hann eisini modellskip, eins og hondgjørd skip og bátar.
- Hóast eg havi savnað modellbilar øll hesi mongu ár, finni eg altíð av og á onkran bil, sum eg ikki eigi, sigur Jákup Frants Larsen.
Mest eg sjálvur
Jákup Frants og konan, Marjun, eiga tríggjar synir, sum allir eru vaksnir. Hin yngsti er 20 – og hin elsti er 36 ár.
- Eg vil siga, at teir hava allir havt ein ávísan áhuga fyri savninum og kanska serliga hin elsti, sum sjálvur er bilmekanikari.
Jákup Frants Larsen eigur eisini tríggjar gamlar bilar og eina gamla motorsúklu.
- Eg eigi soleiðis ein Ford Taunus, sum verður 40 ár í summar, ein Volvo Amason, sum verður 44 ár – og so eigi eg eisini Jaguarin, sum Svenning Johannesen í sínari tíð átti, sigur hann.