?Eg má viðganga, at eg bleiv eitt sindur illa við.
Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri sigur, at tað kom eitt sindur óvart á seg, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú nevnir møguleikan at reisa endurgjaldskrav ímóti Tvøroyrar Býráð.
Tvøroyar Kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við at gera eina oljuhavn á Tvøroyri.
Býráðið hevur ongantíð dult, at ætlanin er at taka samferðsluhavnina á Drelnesi til endamálið.
Men tað fer so at bera í sær, at tað verður neyðugt at finna eina aðra samferðsluhavn til Smyril.
Men í Sosialinum fyrr í vikuni sigur Karsten Hansen, at tað er ikki vist, at landsstýrið uttan víðari fer at góðtaka, at Drelnes verður tikin til oljuhavn. Landskassin hevur goldið ein part av havnini á Drelnesi og verður hon nú tikin til onnur endamál enn samferðsluhavn, kann tað koma upp á tal at krevja endurgjald frá Tvøroyrar Kommunu, sigur landsstýrismaðurin.
Hann legði afturat, at undir øllum umstøðum kann tað ikki koma upp á tal at Drelnes verður tikin til oljuhavn, fyrrenn ein onnur samferðsluhavn er tøk til Smyril, tí tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri Suðuroynna, um ongin samferðsluhavn er.
Onki endurgjaldskrav
Hetta kom eitt sindur dátt við hjá býráðsformanninum á Tvøroyri.
Dan Nielsen leggur stóran dent á, at landsstýrið hevur hvørki fær, ella hevur rætt til endurgjald frá Tvøroyrar kommunu, um so er, at Drelnes verður tikin til oljuhavn.
Hann vísir á, at havnin á Drelnesi er ogn hjá Tvøroyrar Kommunu og at kommunan tískil eisini fer at brúka havnina til tað endamál, sum hon heldur, tænir henni best.
?Tí kann eg púra avgjørt siga, endurgjald til landskassan kemur ikki uppá tal, hóast vit taka Drelnes til oljuhavn.
Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at tað er ein landsuppgáva at hava samferðsluhavnir kring landið.
? So tann dagin, vit hava brúk fyri Drelnesi til oljuhavn, verður hon tikin, um tað so verður í morgin, ella tað verður um trý ár.
? So verður tað uppgávan hjá landsstýrinum at finna eina aðra samferðsluhavn í Suðuroynni til Smyril.
Dan Nielsen sigur, at Tvøroyrar Kommuna avgjørt metir oljuvinnuna sum ein møguleika at venda teirri keðiligu gongdini í Suðuroynni við fráflyting, arbeiðsloysi og hægsta skattatrýsti, sum tað ber til at hava.
? Tí tað er heilt avgjørt, at kemur tað so langt, verður havnin á Drelnesi eisini tikin til oljuhavn. Vit hava harðliga brúk fyri øðrum vinnum í Suðuroynni, leggur hann afturat, so tann møguleikan fara vit undir ongum umstøðum at lata okkum gleppa av hondum.
Er góðtikið
Dan Nielsen heldur eisini, at Karsten Hansen er heldur seinur á sjóvarfallinum.
?Landsstýrið hevur longu góðtikið, at Drelnes verður tikið til oljuhavn.
?Tað hendi á einum fundi ímillum Tvøroyrar Býráð og landsstýrið, seinasta summar, har m.a. landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, og landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðum Elttør, vóru við. Somuleiðis vóru bæði løgmaður og aðalstjórin í vinnumálastýrinum, Arni Poulsen við á fundi.
? Eftir tann fundin skrivaði landsstýrið eina fundarfrásøgn, har tað verður staðfest, at landsverkfrøðingurin skal arbeiða víðari við uppskotinum um eina fyribils samferðsluhavn á Tvøroyri.
? Samstundis skal hann arbeiða víðari við spurninginum um eina endaliga samferðsluhavn í Trongisvági.
Dan Nielsen sigur, at fundurin snúði seg um ætlanina hjá Tvøroyrar Kommunu um at taka Drelnes til oljuhavn.
?Sostatt kann fundarfrásøgnin hjá landsstýrinum ikki misskiljast. Hon kann bara skiljast sum um, at landsstýrið góðtekur, at Drelnes verður tikið til oljuhavn, sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri.ið! Øði kom í rossið, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan.
Oh Harrans ólukka. Sigmaðurin kom við fullari ferð upp gjøgnum bergið við øllum fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann uppeftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara maðurin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hevði ferðin verið upp gjøgnum bergið.
»Tú átti at fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald.
Jú, Harald gongur við til at fortelja.
Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn.
Tað var ikki við mýkindum, hann kom uppaftur. Har lá hann við høvdinum undan og lovaði at drepa. Hann var í øðini og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja.
Kópurin undir oynni liggur
Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum.
Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir.
Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini.
Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir.
Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur.
Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin verða jagaðan. Tað var ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan.
Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land.
At teir hava nýtt plássið sum lending, sæst týðiliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp við, sæst væl.
Vt gingu suður eftir helluni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tíðliga úr holuni. Nakrar deyðar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á helluni.
Teir staðkendu menninir bóðu okkum halda okkum annaðhvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á helluni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin.
Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stóðu tveir kópar. Annar kavaði og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátinum, sum kom spakulig glíðandi fram við helluni. Kópurin gjørdist rættiliga kløkkur, og tað var ein øgiligur brestur, tá hann kavaði aftur. Hann er helst flýddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur.
Fakta:
Siglitúrur fram við Sandoynni fyri vestan.
Eisini verða túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun.
Siglt verður við seksæringinum Hvíthamri.
Túrurin undir Sandoynna tekur umleið fýra tímar.
Kostnaður: kr. 150,- fyri hvønn.
Tilmelding er hjá Jóan Petur Clementsen á Sandi.
Tlf. 36 10 19
Fartlf.28 61 19
Ella á Sandoyar Kunningarstovu
Tlf.36 18 36
Fartlf.22 20 78










