Býráðið sveik

- 8. juli varð avgerð tikin um, at Petur skuldi til Danmarkar, og ikki fyrr enn 3. august fekk eg boðini, hóast eg áhaldandi spurdi meg fyri. Tórshavnar býráð hevur tilvitað fjalt hesar upplýsingar, so vit ikki skuldu hava stundir at mótmæla, sigur omma Petur, Gunnvør Poulsen

Síðani mamma lítla Petur fór, hava omma og abbi Petur, Gunnvør og Jóannes Poulsen, havt abbasonin, sum á ein øðrvísi hátt nærmast hevur fingið kultstatus í Føroyum. Gunnvør Poulsen sigur eins og Bára Johansen aðrastaðni á síðuni, at seinasta royndin nú verður gjørd, men hon metir tað ikki vera sannlíkt, at Petur verður verandi í Føroyum.

Býráðið fjaldi upplýsingar
Gunnvør Poulsen finnist harðliga at Tórshavnar býráð, og ákærurnar eru álvarsamar.
- Eg spurdi meg áhaldandi fyri á býráðnum, og tey lovaðu, at tey skuldu siga frá, um okkurt nýtt var at frætta. Hóast tað fjaldu tey upplýsingar fyri okkum frá 3. juli til 8. august, sigur Gunnvør Poulsen.
Hon greiðir frá, at henda dagin í juli var avgerð endaliga tikin um lítla Petur, men býráðið ringdi ikki til sakførara hennara fyrr enn 8. august.
- Fyri mær tykist hetta vera ein tilvitað ætlan, so vit skuldu hava so stutt skotbráð sum gjørligt at mótmæla. Sosiala nevnd í býráðnum fór aftur um rygg okkara við at fjala slíkar upplýsingar, sigur Gunnvør Poulsen.

Tøkar fosturfamiljur
Gunnvør Poulsen greiðir frá, at fleiri fosturfamiljur í Føroyum hava givið til kennar, at tey fegin vilja taka sær av lítla Peturi, og Gunnvør hevur saman við avvarðandi verið glað fyri hesa vælvild og hesi tilboð.
- Men hetta hava myndugleikarnir heldur ikki loyvt okkum. Avgerðin er tikin um, at Petur skal til Danmarkar, og tað kennist serliga svárt, tá vit vita, at føroyskar familjur eru sinnaðar at taka sær av dreinginum, sigur Gunnvør Poulsen.
Hon sigur, at stríðið fyri at varðveita Petur í Føroyum hevur verið strævið, og tað tykist sambært Gunnvør ikki, sum arbeiðið hevur givið úrslit.
- Men til mánadagin vóna vit, at onkur kemur okkum til hjálpar, sigur Gunnvør Poulsen, omma Petur.